Vinna

Effo útum landoddarnar

...

2021-01-28 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í meiri enn hundrað ár hevur Effo veitt orku til húsarhald, vinnu, akfør og skip í Føroyum. Effo hevur nú stovnað nýtt felag í Danmark, ið skal veita oljuúrdráttir til skip, ið leggja leiðina framvið Norðurjyllandi.

Nýggja felagið, ið hevur heimstað í Hirtshals, er stovnað av Effo, men hevur eisini lokalar íleggjarar við sum eigarar.

???Effo hevur 100 ára royndir við oljuveitingum í Føroyum, og hevur eisini veitt tænastur til kundar uttanfyri Føroyar. Til tess at betra um hesa tænastu, hava vit nú stovnað nýtt felag í Danmark. Vit halda at tíðin er búgvin til at víðka um virksemi landafrøðiliga, og fara tí við spenningi undir hesa verkætlan í Danmark???, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Effo hevur keypt tangabilar og goymslu- og kontórbygning til endamálið, og er arbeiðið longu byrjað.

???Felagið hevur verið væl móttikið, og vit hava longu veitt fleiri skipum olju og oljuúrdráttir???, leggur Janus Thomsen at enda afturat.

Felagið í Hirtshals er stovnað undir navninum Carl Jensen???s Marinelager. Hóast talan er um nýstovnað felag, er talan í vissan mun um framhald av virkseminum hjá fyritøkuni við sama navni, ið gavst við sínum virksemi á sumri 2020.

Carl Jensen???s Marinelager er ikki heilt ókent millum føroyingar, tí nógv føroysk sjófólk, sum hava vitjað í Hirtshals, kenna og hava vitjað fyritøkuna millum ár og dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder