JN

Depil fyri heilsugransking verður settur á stovn

...

2016-08-12 23:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landssjúkrahúsið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya hava í eina tíð arbeitt við at stovnseta skipað samstarv um heilsugransking.

Átakið tekur útgangsstøði í samstarvsavtalum, ið stovnarnir undirskrivaðu 31. mars 2014, og í avtalu um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum, undirskrivað 8. desember 2015.

Endamálið við deplinum er at skapa betri samvirkandi karmar fyri heilsugransking í Føroyum, og harvið at økja um møguleikarnar fyri samskifti ímillum granskarar og at stuðla undir, at hesir standa sterkari í kappingini um altjóða granskingarfígging. Heilsuhugtakið verður tulkað breitt til at fevna um viðurskifti, ið ávirka heilsustøðuna.

Depilin fer at betra møguleikarnar fyri gransking í heilsustøðu føroyinga, og fara granskingarúrslitini at geva landinum eitt hollari grundarlag fyri avgerðum um raðfestingar og viðgerðarhættir ??? til gagns fyri einstaka sjúklingin, heilsuverkið og samfelagið sum heild.

Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, er tilnevndur dagligur leiðari av nýggja deplinum, og hann fer nú undir at skipa depilin og virksemið.

Í stýrinum fyri deplinum sita Pál Weihe, professari og yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Tóra Petersen, sálarfrøðingur og forkvinna í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum, Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder