2021-12-02 19:40
Bárður A. Niclasen er settur sum deildarleiðari á Veðurstovuni at byrja 1. januar í 2022.
Bárður er 47 ára gamal og er útbúgvin Cand. Scient í jarðalisfrøði og hevur tikið Phd í alduforsøgnum. Hann kemur úr einum starvi sum útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Setrinum.
Veðurstovan er skipað sum ein deild undir Vørn. Á Veðurstovuni starvast í løtuni tveir veðurfrøðingar. ??tlandi verða fleiri starvsfólk sett í næstum, so hvørt sum deildin verður útbygd og fleiri uppgávur og ábyrgdarøki verða yvirtikin frá DMI.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald