
Allan rakti rætt. Men Joan Edvør og Petur vunnu
6 av 10 FM kappingum í dart var í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag í vikuskiftinum. Kappast var í einstaklingum hja kvinnum og monnum. Til hvørja FM kapping eru tvær einstaklinga kappingar.
Byrja var kl 11 og tá klokkan var farin av 21 vóru allir vinnarnir funnir.
Kvinnur
Hja kvinnunum vóru einans 6 luttakarar í fyrru kappingini og tá komið var fram til finaluna, stóðu Joan Edvør Thomasen úr Vága Dartfelag og Birthe Sikivat í finaluni, Joan Edvør hevur sum ein av teimum fáu verið við til at mynda føroyskt dart síðani tíðliga í 90'inum og hevur hon eisini fingið onkur framúr úrslit uttanlanda. Birthe er ein nýggjur spælari og vann Joan Edvør trygt uppá rutinuna.
Í tí seinnu kappingini stóðu tær somu tvær í finaluni og aftur her vann Joan Edvør
??rslit
Kapping 1
Nr 1 Joan Edvør Thomasen (VDF)
Nr 2 Birth Sikivat (HDF)
Nr 3 Gunnbjørg Dam (VDF)
Nr 3 Liljan Jacobsen (KDF)
Kapping 2
Nr 1 Joan Edvør Thomasen (VDF)
Nr 2 Birth Sikivat (HDF)
Nr 3 Gunnbjørg Dam (VDF)
Nr 3 Terja ??sa (KDF)
Menn
Hja monnum eru eisini tvær kappingar, fyrst er eitt bólkaspæl, har 16 teir bestu fara í ein A bólk ið er sum ein 1 deild, meðan restin fer í ein B bólk. Síðan verður kappast í eini reinari cup kapping.
Í fyrru kappingini, vóru onkur yvirraskandi úrslit. Aftana bólkaspæli var funnið út av at Bogi Isaksen og Esmar Mikkelsen ikki vóru komnir í A bólkin, hetta eru tveir av leikarunum ið hava mynda toppin av føroyskum dart seinnu árini. Tá komið var fram til finaluna i A bólkinum, var tað ein rein Tofta uppgerð. Allan við Rætt sum seinnu árini veruliga hevur víst at við miðvísari venjing kann ein saktans geva teimum stóru skarpan gang, hevði yvirraskandi leikt seg fram í finaluna. Yvirav honum stóð Nr 2 seedaði Petur Thomsen, sum seinastu kappingarnar hevur hála meir og meir inn á Remy G Hansen í oddinum. Petur dró longra stráði og vann kappininga, nr 3 gjørdust Hans Eivind Olsen og Oddfinn Hansen.
Seinna kappingin er ein kapping har eingin er seedaður, og tað verður trekt fyri hvørt umfar, um hvr skal møta hvørjum. Her endaði tað við at Remy G Hansen og Petur Thomsen komu í finaluna, Petur vann eina spennandi og tiltíðir væl leikta finalu 5-3
??rslit Menn
A Bólkur
Nr 1 Petur Thomsen (Tofta dart)
Nr 2 Allan við Rætt (Tofta Dart)
Nr 3 Hans Eivind Olsen (Team Sandoy)
Nr 3 Oddfinn Hansen (HDF)
B bólkur
Nr 1 Heri Kallsoy (Strálan)
Nr 2 Esmar Mikkelsen (Pílar í Skot)
Nr 3 Bogi Isaksen (KDF)
Nr 3 Paul Nesá (Tofta Dart)
Beinleiðis Cup
Nr 1 Petur Thomsen (Tofta Dart)
Nr 2 Remy G Hansen (Kongshavn)
Nr 3 Oddfinn Hansen (HDF)
Nr 3 Hans Eivind Olsen (Team Sandoy)
Næsta kapping verður føroyameistara heitið í ???Double in??? sum verður í Klaksvík 7 januar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald