Upptøkan á yrkisútbúgvingum skal tvífaldast komandi árini, um tørvurin hjá vinnuni skal nøktast.
Í Danmark eru ov fá, sum taka eina yrkisútbúgving, og hetta hóttir nú vøksturin í donsku vinnuni. Sambært útrokningum hjá Dansk Industri skal upptøkan á yrkisútbúgvingunum tvífaldast komandi árini, um vinnan ikki longu í 2020 skal fáa trupulleikar við at nøkta væntaða tørvin á faklærdari arbeiðsmegi. Tað er í ídnaðinum, at tørvurin er størstur, men eisini aðrar vinnur fara eftir øllum at døma at mangla faklærda arbeiðsmegi.
Fyri at fáa fleiri at taka eina yrkisútbúgving hevur danska stjórnin endurskoðað alla yrkisútbúgvingarskipanina. Danska stjórnin vónar, at hetta kann styrkja góðskuna á yrkisútbúgvingunum, og fáa fleiri at velja eina slíka í framtíðini.
Kelda: DI og Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald