Donsku hondbóltmenninir hava eina avtalu fríggjardagin.
Men teir vita enn ikki hvørjum teir møta, men tað skal spælast semifinala tann dagin, Danmark hevur spælt seg í hana longu áðrenn dystin móti Íslandi, tí Danmark vann í kvøld 28-24 á Ungarn.
Hetta er nýggjanda ferðin at Ulrik Wilbek er við til eitt EM- ella HM-endaspæl, síðani hann tók við í 2005 aftaná HM í Tunesia. Fríggjadagin stendur hann fyri áttandu ferð í eini semifinalu, har hann kann spæla seg í tí fimtu finaluna.
Hann kann róliga siga, at hetta er hansara seinasta semifinala, tí hann fer frá sum landsliðvenjari seinni í ár. Hann kann enda við einum EM gulli.
Les eisini: Eysturríki mundi koppa heimsmeistarnum.
Dysturin móti Ungarn var eisini sum væntað av Ulrik Wilbek, hann hevði sagt sínum spælarum, at tað fór at vera ein ringur dystur at vinna. Tað var hann tó ikki frá startinum, har Mikkel Hansen fekk 2 mál og eitt assist skjótt kom framum 4-1. Tað sá út til at Danmark fór eftir einari stórari føring í fyrra hálvleiki, fyri at kunna hvíla" seg í seinna hálvleiki til semifinaluna fríggjardagin, men so gekk tað knapliga gali hjá teimum.
Niklas Landin bleiv eitt sindur menniskjasligur, Mikkel Hansen gjørdi feilir, Thomas Mogensen var ikki nóg kaldur í skotinum og René Toft Hansen brendi. Tað merkti, at Danmark eftir at bara hava latið eitt mál inn teir fyrstu minutturnar, knappliga lótu teir seks mál inn eftir minni enn seks minuttir, so støðan í Boxini knappliga varð 7-6 til Ungarn.
So tók Ulrik Wilbek time-out, segði nøkur góð orð við sínar spælarar, og skifti Bo Spellerberg og Mads Christiansen inn. Time-outi sá út til at rigga, tá Spellerberg javnaði til 7-7, og Anders Eggert skoraði tvey mál so Danmark fekk eitt sindur av luft aftur.
Ungarn fylgdi við til støðuna 10-10, men so rann Danmark frá við fýra málum á rað, og saman við flotta málmansspælinum, sum hevði 42% gav Danmark eina føring í hálvleikinum 14-11.
Niklas Landin fylgdi tó ikki upp uppá sítt flotta spæl, tá ið hann kom inn aftur eftir steðgin, hann bjargaði bara 1 út av 8 skotum. Tað gav so pláss til Jannick Green. Tað gjørdi so at Ulrik fekk gagn av øllum 16 spælarnum.
Tað var eisini neyðugt, tí tað vóru fáir spælarar, sum spældu gott í kvøld. Landin dalaði í bjargingaprosentum, og Mikkel Hansen hevði fleiri skot, sum ikki sótu og fleiri skeivar avleringar enn vanligt, tað var bara Thomas Mogensen, sum skilti seg frá.
Danmark sá út til at hava tamarhald á støðuni, men móti endanum kom Ungarn niður á 2 mál, áðrenn Lasse Svan Hansen avgjørdi dystin, tá ið hann skoraði til 27-24.
Nú eru Danmark so í semifinaluni, sum teir plaga at vera tá ið Ulrik Wilbek er við, skrivar sporten.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald