Vit hava sett Claus Rasmussen venjara hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti nakrar spurningar um kvinnuhondbólt - Claus metir at VÍF kemur bæði í finaluna í Elektron-kappingini og CocaCola-kappingini.
Hvat heldur tú um kappingina? Eg haldi at liðini eru ov skiftandi t.v.s. at onkran dag spæla tey ein super dyst og næsta dagin gongur ongan veg hjá teimum, tað kann eisini verða ógvuliga skiftandi í sama dysti, summar løtur er eitt lið bara flúgvandi og aðrar løtur í sama dysti eru alt ov nógvir feilir - hugsi um dystin Kyndil - Neistin, har liðini leiktu javnleik 15-15, tað eru alt ov fá mál í einum dysti, har leikt verður í 60 min.
Hvat lið yvirraskar teg? Eg haldi at Kyndil er í eini góðari gongd, kyndlakvinnurnar vóru sera væl fyrireikaðar til kappingina - t.v.s. í sera góðari venjing og vóru uppsettar frá tí at kappingin byrjaði, tær eru sera væl fyri og hava eitt ungt lið, sum venjararnir Andrias og Sofus hava fingið nógv burturúr - liðið er væl samanspælt.
Er tað nakað lið sum skuffar teg? Eg roknaði við at StÍF fór at fóta sær betri, enn tær higartil hava gjørt. Tær hava Rebekku og Fríðrún, sum báðar eru toppleikarar, men eg haldi at StÍF eigur at fáa meira burturúr - serliga teimum báðum - Enn hevur StÍF bara vunnið ein dyst, tær vunnu í Klaksvík á Stjørnuni.
Er tað nakar leikari, sum tú serliga hevur lagt til merkis? Ja fleiri ungar, sum hava leikt sera væl higartil í kappingini. Eg hugsi um Anna Brimnes hjá Kyndli hon hevur verið framúr higartil í kappingini. Neistin hevur eisini fleiri góðar leikarar - bæði tilkomnar og yngri, Neistin hevur dugað at sett við og samstundis hildið uppá tær tilkomnu.
Hvørji lið heldur tú koma í Elektron-finaluna og CocaCola-finaluna? Eg rokni heilt vist við, at VÍF kemur í báðar finalurnar, mótstøðuliðið hjá VÍF verður Kyndil, Neistin ella VB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald