2021-11-29 18:30

Christian, sum hevur roynt eftir sild í føroyskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð í nátt við 1.250 tonsum, sum teir skulu landa til Pelagos.
Arctic Voyager er eisini á veg á Fuglafjørð við 1.200 tonsum, teir skulu landa fyrst, so Christian sleppir ikki framat fyrrenn týskvøldið seint.
Tað er hampuligt høgættarveður á feltinum norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald