2015-02-28 22:01
Christian í Grótinum fór í gjárkvøldið at sigla heim við 1.200 tonsum av lodnu.
JN.fo tosaði við skiparan Páll K. Rasmussen fyri løtu síðan - Páll segði, at teir høvdu fiskað lodnuna í ein útnyðring úr Rekjanesi, har eisini øll hini føroysku skipini vóru.
Christian í Grótinum skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði um 14-tíðina sunnudagin.
Skiparin segði eisini, at tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. Tað ið eftir er av lodnukvotuni hjá Christian í Grótinum, skal so Norðborg fiska.
Veðrið var gott, har teir vóru staddir - t.v.s. millum Føroyar og Ísland.
Tað eru 15 mans við Christian í Grótinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald