2014-11-29 00:35
Christian í Grótinum, sum seinasta túr hevði trupulleikar við hetlendsku sjóverjuni, hevði ongar trupulleikar á hesum túrinum, men teir hava ikki framleitt veiðuna umborð hendan túrin, teir eru komnir heim við 900 tonsum av feskari sild í tangunum. JN.fo tosaði umborð við skiparan - Páll Rasmussen - fyri løtu síðan, hann segði, at tað var fitt av makreli at síggja á leiðini vestur úr Hetlandi.
Christian í Grótinum skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir sleppa framat seinnapartin í morgin, í løtuni landar Fagraberg í Fuglafirði. Christian í Grótinum fór í Ánirnar í kvøld.
Les eisini: 5 føroysk skip á makrelveiðu vestur úr Hetlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald