Vinna

Christian í Grótinum landar í Ánunum

...

2014-10-27 15:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hendan túrin hevur roynt eftir makreli, í ES-sjógvi sunnanfyri, siglir inn við fullari last av heysaðum makreli - uml. 600 tons.

Teir fara fyrst á Fuglafjørð at landa 200 tons av slógvi, eisini skulu teir bunkra á Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði um 16-tíðina í dag. Um 19-tíðina í kvøld verða teir í Ánunum, har teir skulu landa tað frysta.

Í løtuni er Finnur Fríði ávegis suðureftir á makrelveiðu.

Norðborg, Atlantsfarið og Slættaberg royna norðanfyri á uml. 64N og 5V, heslt royna teir eftir sild har norðuri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder