Vinna

Christian í Grótinum kemur fullfermdur á Fuglafjørð í kvøld

...

2019-10-26 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð seint í kvøld, teir hava 670 tons av slógvi og 670 tons av sildafløkum.

Teir byrja at landa til Havsbrún kl. 23 í kvøld, aftaná fara teir í Ánirnar har tað frysta verður landað.

Páll Klein Rasmussen segði við okkum á JN.fo fyrr í dag, at teir byrjaðu túrin mánadagin í altjóða sjógvi og vóru heilt norðuri á 67N, tá ið teir vóru longst norðri, men teir endaðu túrin í føroyskum sjógvi, tætt sunnanfyri markið.

Tað var góð sild teir fingu, støddin lá úr 370 uppí 400 gramm.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder