Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð í dag, tí teir hava trupulleikar við teknisku útgerðini á brúnni. Christian í Grótinum hevur 800 tons inni, men ivasamt er um teir landa, áðrenn teir fara avstað aftur - JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teknisku trupulleikarnir eru skjótir at loysa varð sagt - teir skulu eisini leggja eitt trol upp á Vónini í Fuglafirði, áðrenn teir fara avstað aftur.
Tróndur í Gøtu landar í løtuni og norska skipið Havsker kemur á Fuglafjørð í dag við 18-1900 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, Havsker eigur landingartørn eftir Trónda í Gøtu.
Jupiter loysti av Fuglafirði fyri løtu síðan, teir fara aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri. Í dag eru bara Fagraberg og Slættaberg á feltinum sunnanfyri, umframt onkur russari.
Næraberg er á svartkjaftaveiðu einar 200 fj. vestur úr Írlandi.
Norðborg er á lodnuveiðu við Ísland, vit hava frætt, at teir høvdu hálva last sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald