2014-11-10 19:38
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Christian í Grótinum, sum hevur verið til makrelfiskiskap í ES-sjógvi, fekk í gjár boð frá skotsku sjóverjuni um at fylgja við inn til Lervick, tí illgruni var um, at teir høvdu fiskað ov nógv.
Christian í Grótinum hevði 600 tons av frystum og 300 tons í tangunum.
Skipið liggur enn í Lervick.
Føroysku skipini: Tróndur í Gøtu, Jupiter, Fram og Steintór royna í dag tætt vestur úr Hetlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald