Vinna

Christian hevur fiskað alla sildakvotuna

...

2021-12-15 22:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian hevur fiskað alla sildakvotuna, sum teir áttu, teir eru á veg inn við 950 tonsum, støddin liggur um 360 gramm. Teir hava roynt tætt norður úr Føroyum og verða inni í nátt - tað er høg alda norðanfyri, so teir sigla ikki so skjótt - altan liggur um 6 metrar hædd.

Vit hava tosað við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri eini løtu síðan, hann sigur, at teir skulu landa leygardagin til Pelagos, t.v.s. at manningin nú fær jólaferiu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder