Vinna

Bilverkstaðið CARRO flytir í nýggj hølir tætt við flogvøllin

...

2021-09-20 16:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv: 

Í mars í 2017 brendi bilverkstaðið í Sandavági har sp/f Carro hevði havt sítt virksemi síðani 1992.Bygningurin var júst uppstiðjaður, so hettar var ein dyggur smeitur fyri felagið. 

Carro flutti beinanveg í fyribils hølir í Miðvági og har hevur felagið húsast síðan. 

Eftir at virksemi kom í gongd aftur, fóru fyrireikingarnar, at byggja ein nýggjan bygning av bakkastokki.Arbeitt var við nógvum ymsum loysnum, og keypti felagið í 2019 eitt vinnuøkið á Hálsi, beint við VágaFloghavn. ??kið er góðar 4300 m2 til støddar. 

Loysnin bleiv ein bygningur, sum tilsamans er góðar 900 m2. Byggingin byrjaði á sumri í 2020 og nú íseptember 2021, er klárt at flyta inn í bygningin. 

Umframt alt mekaniskt arbeiðið, kemur Carro framyvir eisini at gera alt plátu/lakeringsarbeiðið og umvælaEl-bilar. Nýggj lakeringsdeild, við klárgerðingarumstøðum og nýggjari sproytukabinu, er sett upp, og tískileru góðar umstøður, at gera tað arbeiðið. Lyftir og arbeiðsøkir eru serliga til El-bilar, og her kemur Carro atfáa góðkenning til El-bilar. Verkstaðið hjá Carro er eisini góðkent av Akstovuni til umsýn. 

Felagið hevur góða arbeiðsmegi og at byrja við koma tað at verða 5 fólk. Væntast kann, at onkur legstafturat, tá virksemi er komi í gongd. Stjóri í sp/f Carro er Niels Nattestad. 

??tlanin er, at vísa bygningin fram og hátíðarhalda dagin tá eitt sindur av tíð er fráliðin. Hettar verður sokunngjørt seinni. 

Arbeitt verður í hesum døgum við at flyta út í nýggja bygningin. 

Sostatt fer alt virksemi hjá felagnum at halda til á Hálsi 2, á ídnaðarøkinum við flogvøllin, frá hósdegnum 23septembur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder