Fyritøkan Care On Sea, sum heldur til í stórari høll á bryggjuni í Hvalvík, hevur nóg arbeiði. Higartil í ár hava teir havt fleiri enn 200 bátar uppi.
Stjórin Søren Danielsen segði, tá ið vit hittu hann í farnu viku, at bátar koma til teir flest allastaðni í landinum.
Á virkinum verður alt viðlíkahaldsarbeiði gjørt, eisini er møguligt at brúka høllina til bátahotel, um so er, at einki neyst er tøkt.
Care On Sea er umboð fyri Perkins motorar í Føroyum, eisini selja teir eykalutir frá Lombardini, Iveco,Yanmar og Selva.
Stjórin Sørin Danielsen læt væl at, hann segði, at nógv var at gera, teir kunnu eisini byggja bátar í Hvalvík, m.a. hava teir formarnar av 4-mannaførunum úr Kalbak, men Sørin segði, at mvg-gjaldið var ein stór foring.
Søren hevur nógvar royndir á økinum, hann byrjaði sum lærlingur, hjá AWI-boats í Runavík, fyri 35 árum síðan.
Sí myndir niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald