Jason á Teigunum er føddur við Gjógv 02.08.1934 og er giftur við Ninnu, f. Mortensen av Argjum. Ninna er fødd 04.03.1932 og doyði í 2012. Tey búsettust á Argjum og áttu 5 børn: Eydna (1955) býr á Argjum, Arnbjørn (1959) býr í Hoyvík, Niels Holm (1960 - og doyði brádliga í 2003), Petur (1963) býr í Danmark og Maibritt (1967) býr í Hvalvík. Jason eigur 8 abbabørn.
Nú ein dagin var eg inni á gólvinum hjá honum á Argjum og fekk eitt hugnaligt prát - og ein góðan kaffimunn - frá honum og elstu dóttur hansara, Eydnu. Eg vildi hava hann at fortelja mær okkurt frá barnaárunum við Gjógv og lívsleiðini annars, og tað gjørdi Jason fegin:
Mamma æt Astrid, f. Joensen 1912, og pápi æt Petur Johannesen, f. 1907, og tey vóru bæði frá Gjógv. Vit vóru tíggju systkin: Gordon (1932 - 2004), í Havn, Jason (1934), á Argjum, Svanhild (1936 - 1973), Hósvík, Kaj (1938), Havn, Dagmar (1940), Havn, Hilmar (1942), Havn, Harry (1943), Noregi, Jonvør (1945), Havn, Palma (1946), Danmark og Sólklár (1948), Danmark. Pápi bygdi húsini hjá okkum - á Teigunum - tey vóru javngomul við meg, so tey eru bygd í 1934.
Barnaárini gingu fyri tað mesta við spæli í Ánni, Gjónni og í fjøruni. Vit vóru fleiri javnaldrar: Hákun - eg eri ein dag eldri enn hann, Kristian Martin, Marianna á Fløtti, Pól Johannes hjá Onnu Malenu, ið er eitt ár eldri enn eg - vit fylla sama dag. Mest helt eg saman við Theodori - hann er eitt ár yngri. Mær dámdi nokkso væl at klúgva - mamma var altíð so bangin - so eg plagdi við hvørt at stinga høvdið upp úr Gjónni og hyggja oman. Eisini dámdi mær so grúiliga væl at veiða síl, og nú skal eg fortelja tær eitt kubb, ið eg gjørdi í Høvdafossinum við glúpi. Eg mundi vera eini 12-13 ár, og tað hevði verið áarføri, so eg fór oman við glúpinum, áðrenn eg fór í skúla og fekk 24 eyrriður. Har vóru øgiliga nógvar eyrriður, sum hoppaðu fyri at sleppa niðan - eg fekk fleiri í viðhvørt, og tann størsta, sum eg fekk, var 24 tummar, so tú kanst ætla, at vit fingu bæði stoktar og kókaðar eyrriður til døgurða, so leingi tær vóru feskar. Eingin snakkaði um, at vit ikki máttu brúka glúp, men ikki dámdi teimum, at vit settu gørn eftir sílum.. Vit kundu finna uppá at reka sílini heim gjøgnum Ánna - heim um Funningsdjúpdina - seta eitt garn í Funningsdjúpdina og so reka tey út aftur, og tá kundu vit fáa eini 50 síl, men tað dámdi teimum eldru ikki.
Tað var ikki frítt, at vit javnaldrar royndu styrki, men Theodor var so nógv sterkastur. Hann lyfti eina fulla petroliumstunnu sum einki, og eina ferð minnist eg, at vit løgdu ??lav hjá Dalberg oman á tunnuna. ??lavur mundi vera eini 10-12 ár tá, og so skuldi Theodor royna seg. Hann var í tuflum - fyri at standa hægri - og gleivaði tvørtur um tunnuna, og hann lyfti tunnuni við ??lavi uppiá. Tað kláraði bara hann, men eg var tó so frægur, at eg kláraði at lyfta eini fullari tunnu. Havið hjá Kvívíks-Jógvani lá Heimi í Dalagerðinum, og tað vóru fleiri, ið lyftu tí. Einaferð, abbi og eg veltu undir vegnum í Dalagerðinum, fór eg at royna at lyfta tí. Tað var so ringt at fáa tað at balansera, og eg lá og knúlvaðist við tað. Abbi rópti á meg um at gevast, men eg svaraði ikki, og nú síggi eg, at hann kemur oman. Tá royndi eg mítt síðsta og fekk tað uppfrá. Abbi var ikki blíður. Hann gav mær flatan spakan í reyvina, tí eg mátti ikki oyðileggja mær ryggin, men hann var stoltur av mær álíkavæl.
Eg konfirmeraðist í 1948, og eg minnist, at eftir tað var eg við at gera vegin niðan á Gjógv og at stoypa tann høga veggin undir Tarafløttahúsunum. Eg fekk eina krónu um tíman og var væl nøgdur. - Gjáarmenn hava borið manga byrðuna úr Funningi. Eg havi borið nógva vøru úr Funningi til handilin hjá Petur Kristiani. Tað vóru góð boð at fáa - at fara eftir vøru - tí eg fekk fimm krónur fyri túrin. Annars var Hans Jacob í Horni fastur berari. Oliver hevði handil ta einu tíðina, og eina ferð fyri jól bað hann meg koma at bera úr Funningi. Eg fekk ein frystan oksafjórðing at bera. Tað var ein ring byrða, og eg minnist enn, hvussu ilt eg fekk av einum beini, ið stakk beint inn í ryggin. Eisini lossaði eg nokkso ofta við tí svarta lossibátinum hjá Petur Kristiani. Hann hevði bara árar - tungur at rógva - og tað var mangan lagt nógv fyri, men teir dugdu sera væl. Snildir vóru teir. Tá ið illveður var, høvdu teir petroliumstunnurnar at isa í við, tá ið brotini komu. Teir høvdu ein langan standara og sleipaðu, til teir komu inn í Gjáarkjaftin, og tá ið so óløgini komu, so hildu teir eftir. Tá ið so líkindi vóru, so góvu teir út, og so skuldu vit spíla okkum út at rógva, tí tað ráddi um at fáa tunnurnar inn um Gjáarkjaftin. Onkuntíð kom tað fyri, at teir mistu tunnurnar vesturum, og tað var eitt verri baks. Áðrenn skinnararnir komu niðan á Gjónna, blivu tunnurnar rullaðar niðan - tveir um hvørja tunnu - eitt trapputrin á gangin. Tær tunnurnar, ið høvdu tvær gjarðir uttanum, vóru nógv betri at rulla enn tær kúputu. Tað var ein lætti, tá ið vognurin kom, tí hann kundi taka tvær tunnur í senn. Tað vóru fyri tað mesta Stóri-Petur og Hans Jacob í Horni, ið vóru fastir lossarar. Onkur var altíð aftrat teimum, sum t.d. Karl Meinhard, tá ið hann var heima.
Pápi keypti ein bát av Argjum - eitt 5-mannafar við 4 hestar Solo - og hann kallaðist "Riddarin". Tá ið eg var vaksin, plagdi eg at vera við og Oliver eisini. Tá hevði Oliver ongan bát. Annars var pápi sjómaður alt sítt lív, og eini 2 ár í 1950-unum sigldi hann við "Oyrnafjalli". Tað skipið sigldi mestsum um alla jørðina. Tað var hildið at vera eitt øgiliga stórt skip tá, og eg minnist, tá ið eg var í Grønlandi, at vit landaðu til tað skipið, og tá hitti eg pápa. Tá ið pápi legðist uppi, arbeiddi hann í ymiskum byggiarbeiðum í Havn - nógv hjá Peturi í Gong.
Vit høvdu ein nokkso langan hjall heiman fyri húsini, men brúktu hann mest til hoyggj. Tá ið Hilmar var smádrongur, kyndi hann eina ferð bál undir hjallinum, og eldur kom í. Hann segði, at tað logaði so lítið í fyrstani, men tá ið hann koyrdi meira hoyggj á, tá bar til, og eldur kom í hjallin. Tað var eitt grúiligt skil. Menn og konur handaðu vatnspannir úr ??nni og niðan og fingu sløkt eldin, men hjallurin fór illa, og hoyggið fór fyri einki. Seinni gjørdi pápi ein annan hjall - eg plagdi at hjálpa honum - og tann hjallin brúktu vit mest til at turka greipur í. Vit fingu nógvan fisk við snørinum um heystarnar.
Tann syndarliga hendingin í 1954, tá ið ólukkan var í Gjónni, og Georg í Sámalsstovu doyði, stendur klárast í huga mínum. Gordon og eg veltu Heimi á Heygunum, og Karl Meinhard velti har tætt við, og Georg gekk har og spældi. Hann hevði gjørt eina lítla veltu í okkara veltu. Knappliga fór hann til hús, og stutt eftir tað hoyrdu vit hetta skotið. Karl Meinhard fór til hús, og tá ið vit so seinni eisini fóru, sóu vit, at nógv fólk gekk og rann á Gjónni, og tá fingu vit at vita um hesa syndarligu ólukkuna.
Vit fluttu frá Gjógv í 1957. Tá var eg vaksin maður, var nógv burtur og búði í Havn. Tey hjá Oliveri og tey hjá Eliesari fluttu eisini, og eg haldi, at tað, sum er felags fyri tey, sum fluttu, er tað, at tey onga áttu jørð. Tað var einki at gera við Gjógv, og jørð bant tey ikki til bygdina. Kanska spældi tað eisini inn, at húsini vóru full av børnum. Vit vóru 13 fólk í húsi, so tað kravdi nógv til, og alt skuldi koma av sjónum. Abbi átti ein gyllin í Funningi og eitt frælsi Heimi í Dal - hann slapp at hava eina ær í Dalinum fyri at skera upp haga. Eisini minnist eg, at abbi velti fyti tey á Rætt og fekk eitt stykki afturfyri. Eisini var abbi uppsitari hjá Daniellu í ??lastovu og gekk eisini fjøllini. Afturfyri sluppu vit at sláa bøin, so at vit fingu hoyggj til at hava kúgv. Áðrenn Hjalmar á Teigunum flutti til Havnar í 1947, høvdu vit hálva kúgv saman við teimum, og tá ið tey fluttu, vóru vit so glað at fáa eina heila kúgv.
Í 1948 fór eg sum 14 ára gamal til skips við "Saltnesi", sum Sofus Hilduberg, farbróðir, førdi - pápi var eisini við. Tummas Fagranes, sum eisini var farbróðir mín, átti tað skipið. Árið eftir - í 1949 - fór eg við "Borgini", úr Vági, til Grønlands, og eg var við henni í trý ár - tað var ein stór skonnart. Í 1952 fór eg so aftur við Sofusi, ið tá førdi "Grundick". Í 1954 fór eg á skiparaskúla - og tað tók níggju mánaðir - og so fór eg við "Fagranesi". Tummas í ??lastovu var skipari, og eg var eitt sindur erpin, tí eg var bestimaður - og har var eg í tvey ár. Í 1957 og 1958 var eg við einum íslendskum trolara, ið æt "Austfirðingur". Gordon, bróðir, og Oliver vóru eisini við. "Austfirðingur" var sama slag sum "Fiskanes" - ein stórur trolari. Vit fóru av stað 2. januar, og eg kom ikki heimaftur fyrr enn í novembur - 10 mánaðir út í eitt. Vit gingu seks og seks, og tað hildu vit vera óført, tí vit vóru bara vanir við átjan og seks. Fyri tað mesta vóru vit á ísfiskaveiðu, men vit vóru ein saltfiskatúr í Grønlandi. Hetta var tað árið, ið "Fiskanes" fiskaði so øgiliga nógv - heili 1142 tons av saltfiski. Vit fiskaðu uppí - 500 tons - og sigldu so til Esbjerg at selja. Um veturin - eftir at eg var heimkomin - møtti eg einum hvalbingi, ið hevði verið við "Fiskanesi" tað árið. Eg spurdi hann, hvat hann hevði fortjent. Hann segði, at hann hevði fortjent 7.000,- kr. Tá ið eg so fortaldi honum, at eg hevði fortjent 7.200, - kr fyri tey 500 tonsini, ið vit seldu í Esbjerg, tá svór hann við. Teir fingu so lítlan prís, tí teir avreiddu til damparar í Grønlandi. Jú, eg tjenti sera nógv tað árið - eg fekk 17.000, - kr, og tá ið eg bað formannin í kommununi hjálpa mær við skattauppgerðini, spurdi hann, hvat eg skuldi gera við allar pengarnar. Nú er hetta ikki meir enn ein mislukkað mánaðarløn. Eg fór so av stað aftur í 1958. Tá var eg burtur í eitt hálvt ár, men fortjenastan var ikki so góð tað árið, tí tann íslendska krónan fall úr 72 oyrum og niður í 42 oyru, so tá rýmdi eg av.
Í 1959 fór eg til Grønlands at rógva út. Sigurd Hentze, úr Skopun, sum var giftur við Petrinu í Heiðriksstovu, átti bátin, ið var spildurnýggjur. Tað var ein minniligur túrur. Vit fóru yvir við einum skipi, ið æt "Fursund". Tað var illveður, og tá ið vit vóru komnir 270 fjórðingar úr Føroyum, fingu vit ein sjógv, og fleiri bátar, ið stóðu á dekkinum, fingu skaða, og okkara fór fyri borð og sakk. Skipið hevði eisini bátar í lastini, og 120 mans vóru við. Tað mátti so vendast aftur á Havnina fyri at bøta um skaðarnar, ið bátarnir høvdu fingið, og vit leigaðu so ein annan bát av Sandi - eitt tíggjumannafar. Tað var lítil fiskur tað árið, men tað gekk ikki verri hjá okkum enn hjá hinum - vit vóru oman fyri miðal. Fortjenastan var lítil, og var hetta einastu ferð, ið eg fekk minstuløn. Nei, vit vóru óhepnir at missa tann góða bátin, men vóru noyddir at fara yvir kortini, tí vit høvdu keypt so nógva útgerð, salt o.a. - og haraftrat mistu vit eisini nógva útgerð, sum var í bátinum.
Tá ið eg kom aftur úr Grønlandi í 1959, fór eg at arbeiða á Bacalao í Havn, og haðani fekk eg kjansin at sleppa til Grønlands at arbeiða á Nordafar. Har var eg í tólv ár - tvey tey fyrstu árini sum arbeiðsmaður og tíggju ár sum virkisleiðari. Eg stóð fyri allari framleiðsluni, flakavirkinum og frystaríunum o.ø. Mær dámdi sera væl, og eg fortjenti væl, hevði fasta løn, men fekk eisini eitt ávíst bonus, alt eftir hvussu nógv vit frystu inn. Eg ætlaði mær ongantíð at gerast formaður - eg segði nei. Nordafar bar seg als ikki, og tað hevði tað ikki gjørt í fleiri ár. Hetta var í 1961. Eg fór yvir aftur við vanligari kontrakt, men tað bleiv rættuliga undarligt. Hetta var fyrsta árið, ið Svend Thulesen var stjóri á Nordafar; eg kendi ikki mannin, men visti, hvør hann var. Tað var fitt av kava henda dagin, vit komu í Føroyingahavnina, og eg gangi so niðan av keiuni við posa á bakinum og kufferti í hondini. Thulesen kemur so gangandi ímóti mær og heilsar upp á meg - hann hevði spurt onkran eftir mær. "Tað er tú, ið skalt vera formaður her", sigur hann við meg. "Nei", svari eg, "eg skal ikki vera formaður, eg havi eina vanliga kontrakt". "Tað havi eg fingið at vita", sigur Thulesen. "Nei, nei - eg verði ikki formaður", svari eg. Tá tekur Thulesen í akslarnar á mær og snarar meg oman móti keiuni og sigur: "Skipið fer av stað aftur í morgin". Hann segði hetta í álvara og rýmdi. Eg gekk so har og mól og hugsaði um, at tað var ein grúilig skomm at verða sendur heim aftur við sama skipi, so eg fór at enda gangandi niðaneftir og talaði ikki eitt orð. Soleiðis gjørdist eg formaður á Nordafar. Frá fyrsta degi í Grønlandi setti eg mær fyri, at tað skuldi arbeiðast upp á akkord. Tað brúkti eg alla tíðina, og tað riggaði væl. Tey flestu vóru væl nøgd, tí tey tjentu meira, og øll kláraðu akkordina. Tað fyrsta árið á Nordafar arbeiddu vit eitt sindur meir av lidnari vøru, enn virkið fekk av rávøru árið fyri - og vit vóru enntá 20 fólk færri. Eg var so formaður har eini 10 ella 11 ár, og tað dámdi mær stak væl. Har arbeiddu nógvir mans, og eg vildi ikki hava nakað konufólk í arbeiði. Føroyingahavnin var tænastuhavn fyri alt Grønland, so har kom eitt ótal av sjómonnum úr alskyns londum, og teir høvdu verið so leingi á sjónum, at teir blivu svakir, tá teir sóu eitt konufólk. Eg sá t.d. tær, ið arbeiddu á Sjómansheiminum - høvdu tær ikki vakt rundan um seg, bleiv galið. Eitt árið høvdu teir koyrt eini 4 - 6 gentur yvir á Nordafar, uttan at eg visti tað - tað gekk als ikki, so eg segði tær upp, tá ið árið var liðugt. Meðan eg arbeiddi sum virkisleiðari, var eg lítið á skrivstovuni. Eg gekk mest og fylgdi við gongdini, og sjálvandi var tað ymiskt, hvussu handalagið var hjá hesum ymisku. Tað kundu vera røsk fólk, um tey ikki høvdu handalag til fisk, og so royndi eg sum frægast at leiðbeina. Tað er ikki altíð so lætt at fáast við fólk, tí eingin er líka. Eg royndi altíð at vera róligur og fólkaligur.
Eg gavst á Nordafar í 1970 og var so eina tíð á Bacalao, men í 1971 bleiv eg biðin av Landsstýrinum at fara til Norðdepils, har var eg so í 11 ár. Hetta var eitt vanligt flakavirki, og tað gekst væl. Vit høvdu fyri tað mesta nokk at gera, og har vóru eisini nógv konufólk, og tað riggaði fínt. Eg bleiv so biðin um at søkja til Miðvágs, og har var eg frá 1982 til novembur 1997. Har dámdi mær eisini væl, og tá ið eg gavst har, ætlaði eg mær et gevast med alla, men tað bleiv ikki so. Í byrjanini av 1998 spurdi Fiskavirking meg, um eg ikki vildi verða virkisleiðari á Lynfrost, í Runavík. Eg hevði ringan hug, men fór og angraði tað ikki - mær dámdi væl, tí vit fingu tað ganga, og har var eg í 7 ár. Tað er ikki liðugt enn. Eg gavst í Runavík í 2005, og tá lokkaðu teir (Fiskavirking) meg aftur til Miðvágs, tí tað virkið bar seg ikki. Har var eg so í 2½ ár- til einaferð í 2007 - men tá bar virkið seg, og eg gavst med alla. Tá var eg 72 ár, og síðani tá havi eg ikki gjørt eitt tað einasta petti - uttan lisið nokkso fitt. Eg fari ikki at biðja nakran - sum hevur heilsuna - gevast, tá ið hann er 67 ár.
Takk fyri prátið, Jason.
Kelda: bygdin.fo.
Mentan
Bygdin.fo. skrivar um Jason Johannesen
...
2013-07-12 00:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald