
Strandferðslan,Glasir og Tórshavnar kommuna skulu í næstum á fund fyri at leggja ferðaætlaninahjá bygarleiðum um, so hon hóskar betur til næmingar á Glasi, svaraði HenrikOld upp á munnligan fyrispurning frá Jørgen Niclasen í løgtinginum mikudagin.
Jørgen Niclaen spurni um landsstýrimaðurin hevði ætlanir um at fáa broyttferðaætlan hjá bygdaleiðum, so tær passa til skúlatíðirnar í nýggju Glasum.
Hann hevði hesa viðmerkingar.
Glasir eru latnar upp og hópin av ungdómi gongurhar. Í bygdaleiðum eru mong ung lesandi hvønn morgun og hvønn seinnapart.Áðrenn Glasir, var ferðaætlanin væl løgd í mun til skúlan, men so er ikki nú.
TD. fara ungdómar úr Vágum kl. 6.45 á morgni fyriat møta á Glasi til skúlagongd, sum byrjar kl. 8.10. Tá koyra bygdaleiðirframvið Glasi.
Seinnapartin hava næmingarnir frí kl. 15,25, menbussurin fer kl. 15.15. Seinnapart koyrir bussurin ikki fram við Glasi, so teyungu mugu brúka býbussin fyri at koma til bygdaleiðir. Sostatt eru hesi unguikki heima fyrr enn í fyrsta lagi kl. 17.30.
So fyri at vera undirvíst í 6 tímar, eru tey unguheimanfrá í nærum 11 tímar. Tað burdi borið til at lagt ferðaætlanina hjábygdaleiðum um, so hon passaði betur til skúlagongdina. Hetta hevði ikki kostaeitt oyra eyka.
Henrik Old, landsstýrismaður svaraði, atStrandferðslan var varug við trupuleikan og at fundur var avtalaður millumStrandferðsluna, Glasir og Tórshavnar kommunu fyri at leggja ferðaætlaninabetur til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald