JN

Burturkast av havaóruddi, Naboens Skræk

...

2016-11-21 23:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Fólk hava gjørt kommununa varuga við, at nógv av "Naboens Skræk" og fuchsium eru farin vaksa vilt ymsastaðni framvið traðarvegum í kommununi. Hetta er hent, tí fólk tveita greinar fram við vegunum heldur enn at koyra tær á bingjuplássið, har tær hoyra heima.
Hetta kann hava keðiligar avleiðingar, tí ringt er at koma hesum vøkstri til lívs aftur, um hann fyrst kemur fyri seg.

Vit kunnu bert hyggja eftir, hvussu rósurunnarnir hava breitt seg frá prestagarðinum í Miðvági og hvussu runnavøkstur hevur breitt seg við Beitið.

Vit fara at heita á borgarar okkara um at koma við avskornum greinum á kommunala bingjuplássið. Rósutrøð og aðrar greinar, sum breiða seg ógvusliga, skulu í bingjurnar, meðan aðrar greinar vera knústar og latnar fólki at breiða í havar sínar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder