Vinna

Búnaðarstevnan verður tann 20. november 2021

...

2021-09-15 18:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin tann 20. november verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sjeynda sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.

Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.

Skrá:


Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson

???09:30: Skráseting
09:50: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna
10:00: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

10:45: Tróndur G. Leivsson, stjóri - Búnaðarstovan

11:15: Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi - Búnaðarstovan Vit kundu fingið nógv meira burturúr seyðinum

12:00 Miðmálið

13:00Búnaðarstovan - Ull er Føroya Gull
13:20Landsdjóralæknin ??? djóravælferð og ridluskriði

13:40 Gunnar Bjarnason landbúnaðarfrøðingur ??? Dagføring av seyðahaldinum í Føroyum
14:00Hvussu sær ein burðardygg matskipan í Føroyum út?

Elisabeth Skarðhamar Olsen um hennara phd verkætlan, ið kannar staðbundna matbúskapin í Føroyum við denti á umstøðurnar og framtíðarvisiónirnar hjá bøndum og øðrum smá-skala matveitarum kring landið.

(Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Sunnivu G. Mortensen úr Slow Food Føroyar og Selmu Dahl Erol úr FNU)

14:20 Fróði Mortensen ??? Førka køstar, taðing við avgassaðum tøðum
14:40 Súni Justinussen - JT Electric / automatisk fóðurskipan til seyð

15:00 Framløgur liðnar / kaffi vm.


16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er: Hvussu kunnu vit menna seyðahald og fáa meiri burturúr seyðinum í Føroyum.

Fundarstjóri og orðstýrari:

  • Jón Brian Hvidtfeldt

    ???Pallborðsluttakarar:

  • Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
  • Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni
  • Jóannes Patursson, bóndi
  • Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna
  • Eyðun Eliasen, bóndi


18:00 Borðhald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder