2015-02-07 16:30
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Sørvágstrolararnir Brestir og Vesturleiki hava fingið loyvi at fiska á Flemmish Cap, har teir saman við tveimum øðrum trolarum skulu fiska av kvotuni, sum trolararnir eiga - tilsamans 1.028 tons av rundum.
Vesturleiki loysti av Sørvági í nátt og Brestir loysir seinnapartin. Tað eru 15 mans við hvørjum skipi..
Roknast kann við, at ferðin yvir á Flemmish Cap tekur eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald