Vinna

Brestir landar í Miðvági

...

2020-12-18 13:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvágstrolarin Brestir kom á Miðvág í morgun, har teir skulu landa til Snarfrost, Brestir hevur 185 tons, harav eru 35 tons toskur og 150 tons svartkalvi.

Tá ið liðugt er at landa í morgin, fer Brestir til Havnar, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið skal fáast frá hondini.

Brestir fer nýggjan túr eftir nýggjár, segði Thormann Niclasen skipari á Bresti við okkum á JN.fo fyri løtu síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder