2015-09-03 21:35

Brestir loysti av Sørvági í gjárkvøldið og setti kós norður á makrelfelti. Brestir frystir veiðuna umborð, hann lastar uml. 400 tons av frystum makreli.
Í dag eru nógv skip stødd á feltinum í útnyðringshorninum í føroyska sjóvøkinum, fleiri føroysk skip og nøkur russisk, beint norðanfyri markið eru nógv russisk skip stødd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald