Tíðindaskriv19. november 2013
Borgarstjóriní Havn lovar 50 metra hyl innan tvey ár
Meirilutin í Tórshavnar Býráð við borgarstjóranum á odda tekur undir við atfara undir at projektera og byggja 50 metrahyl í Gundadali skjótast gjørligt.Tað kom fram undir 75 ára hátíðarhaldinum hjá Havnar Svimjifelag, sum fór framleygardagin í síðstu viku. Heðin Mortensen væntar, at svimjararnir kunnu loypaút í nýggja hylin um tvey ár.
Tað var sera fløvandi hjá nevndini í Havnar Svimjifelag og limum tess at hoyraHeðin Mortensen, borgarstjóra, og Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu ímentanarnevndini, kunngera á 75 ára jubileumshaldinum leygardagin, at teytreytaleyst taka undir við at byggja ein so leingi saknaðan 50 metra hyl fyriteir hundraðtals limirnar hjá Havnar Svimjifelag, ið hava sera trong kor atíðka sín ítrótt í dag.
Býráðið hevur longu sett 10 mió. krónur av á fíggjarætlanini fyri 2013. Tað vartí gleðiligt at hoyra borgarstjóran í talu síni kunngera, at eisini peningurverður settur av á fíggjarætlanini fyri 2014, sum júst er til viðgerðar íbýráðnum.
Spurdur aftaná, nær svimjarar og tey, sum varða av svimjingini í høvuðsstaðnum,kunnu rokna við, at 50 metra hylurin verður liðugur, segði Heðin Mortensen, athann væntaði um eini tvey ár.
Forkvinnan í mentarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, Helena Dam á Neystabø, ivastheldur ikki í, at tað einasta rætta er at byggja ein 50 metra hyl.
- Peningur er settur av á fíggjarætlanini hjá Tórhavnar Kommunu til at faraundir at byggja ein 50 metra hyl. Og eg veit, at bygginevndin av álvara erfarin til verka at fyrireika staðseting og at orða eina byggiskrá, sum erufyritreytir fyri einari væleydnaðari byggiverkætlan, segði Helena Dam áNeystabø.
Hon segði seg fegnast um, at Havnar Svimjifelag framhaldandi ger eitt so stórtog miðvíst arbeiði. Bæði fyri almenna svimjing fyri øll, men eisini fyriúrvalssvimjingina.
Nevndin í HS fegnast somuleiðis um greiðu útmeldingarnar hjá førandilokalpolitikarunum í høvuðsstaðnum.
- Tað var sera upplyftandi hjá okkum í felagnum, sum hava so trongar umstøðurat íðka og arbeiða undir, at hoyra bæði borgarstjóra og forkvinnuna íMentanarnevndini lova, at arbeiðið við 50 metra hylinum umsíður fer í gongd.Hetta var tann besta føðingardagsgávan, vit kundu ynskja okkum, sigur Erling Eidesgaard,formaður í Havnar Svimjifelagi.
Áhugin millum bæði ung og gomul fyri føðingardagstiltakinum hjá HS, sum varðstovnað 8. september 1938, var stórur. Umframt móttøku fyri almenninginum viðfotoframsýning, tónleiki, talum og onkrum leskiligum at drekka, har millum2-300 fólk møttu, bjóðaði felagið morgunmat og skipaði fyri morgunvenjing.Eftir móttøkuna var ein sokallað Masters-kapping við eldri svimjarum.
(Myndatekstur)
Heðin Mortensen, borgarstjóri, ogErling Eidesgaard, formaður í HS, avmyndaðir undir jubileumstiltakinumleygardagin. Sigandi fyri trongu umstøðurnar hjá felagnum er, at pláss var ikkifyri málninginum, ið er 75 ára føðingardagsgáva frá svimjifelagnum ??gir úrKlaksvík. Tí mátti listaverkið eftir Livar Nysted latast kommununi í varðveitslu,til hølisviðurskiftini gerast betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald