Mentan

Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum

...

2015-08-27 14:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um øll ikki hava hugsað tankan at enda, so er hetta av sonnum eitt høvuðstema til løgtingsvalið, og brádliga er nógv, ið átti at kalla fólk til eina tilvitaða støðutakan í hesum grundleggjandi máli.

Nú eru fleiri ár liðin síðani politikarar byrjaðu at lova eina borgarliga vígslu av samkyndum, ið gevur júst somu juridisku rættindi sum ein kirkjuvígsla og fyri hesum veruleika, eigur eingin at verða bláoygdur.

Alt fleiri valevni koma nú fram við lyfti um borgarliga vígslu av samkyndum, og samstundis verður tó onkuntíð sagt: Men kirkjulig vígsla av samkyndum kemur ikki uppá tal. Hetta er helst vælmeint men tó kanska meira snilt enn gjøgnumhugsað.

Til hvørja brúðarvígslu í Føroysku fólkakirkjuni verður biðið: ???Vær tøkkum tær, kæri himmalski faðir, fyri at tú hevur innsett hjúnaskapin, og vær biðjum teg, at tú vilt varðveita hesa skipan tína og signing tryggja eisini okkara millum???. Greið tala og hvat so enntá kristin kunnu finna uppá at siga, so er Guds hjúnalagsskipan ein maður og ein kvinna ??? sanniliga eisini í tí borgarliga samfelagnum.

Nýggj støða

Tað er einki yvir at dylja, at ómetaliga mangir føroyingar eru lýdnir Guds definitión av hjúnabandinum. Samstundis er ein vaksandi skari, ið gongur inn fyri vígslu av sama kyni ??? tó ???bara??? borgarliga, sum tikið verður til.

Fyri tí nýggja sjónarmiðinum eru helst mangar atkvøður at heinta. Hvussu man verða við Guds sjónarmiði? Mong av okkum hava ikki biðið um at skula atkvøða fyri ella ímóti Guds skipan av hjúnalagnum, men nú sleppa vit ikki undan. Tímin er nærum komin.

Hesi nýggju sjónarmið, ið ikki byggja á kristnan arv, hava longu sett ein kíla mitt í føroyska fólkið. Hetta hevur ført við sær ein skilnað, ið lættliga kann gerast enn verri.

Tað kann tykjast, sum um mong leggja lítið og einki í, hvat skaparin skuldi hildið um hesi viðurskifti, men tað eru als ikki øll, ið ganga eins lætt um hansara ætlanir við skapninginum. Júst tí, kann hetta temaið ikki tigast burtur ??? serliga tá ið so mong valevni koma við alternativari hjúnalagsskipan.

Fylgjur av kompromihugsan

Jamen, er ikki ???bara??? talan um borgarliga vígslu av samkyndum? Tá kann hesin spurningur væl ikki vera so avgerandi ??? verður sagt. Hetta halda fleiri samstundis sum ein hellir til Guds skipan av hjúnalagnum í kirkjuni.

Hetta er væl tað, man kallar eitt kompromi. Spurningurin er, um hetta kompromiið ber nakrar fylgjur við sær.

Fyri ikki bert at gita út í tóman heim, so kunnu vit hyggja at gongdini í øðrum londum, ið vit vanliga samanbera okkum við. Taka við Danmark sum eitt dømi, so var gongdin í grovum hendan:

LGBT bólkurin gjørdi í mong ár eitt miðvíst lobbyarbeiði fyri sínum sjónarmiðum. Fjølmiðlar bóru søk teirra fram uttan kritiskar spurningar. Í so máta er støðan hin sama í Føroyum. Í Danmark var sagt: Hetta málið snýr seg ???bara??? um borgarliga vígslu, og mangir føroyingar hava eisini tikið við læru av hesum taktikki.

Í Danmark fekk man borgarlig rættindi fyri samkynd, og so skuldi verið friður, men so varð ikki. Nú var tað diskriminerandi, um samkynd ikki eisini kundu vígast í fólkakirkjuni. Trýstið bara øktist og við tíðini eru enn fleiri krøv komin frá LGBT. Politikarar, bispar, prestar og onnur fóru við tíðarandanum, og nú er vígsla av samkyndum ein veruleiki í donsku fólkakirkjuni.

Hví ikki í Føroyum

Yvir fá ár kann ein gudgivin skipan - enntá í fólkakirkjuni ??? brádliga inkludera nakað, sum als einki hevur við Guds hjúnalagsskipan at gera. Hugvekjandi og ikki minst skakandi at sjá, hvussu skjótt kristin grundvirðir kunnu skiftast út við onnur. Hetta var jú eisini óhugsandi í Danmark fyri fáum árum síðani men nú - sum sagt - ein veruleiki.

Sig mær: Hví skuldi hetta ikki eisini kunna hent í Føroyum?

Við stórum sannlíkindi er nógv, ið talar fyri somu gongd her á landi. Tí er mín meting: Ein atkvøða fyri borgarligari vígslu av samkyndum er ein atkvøða fyri kirkjuligari vígslu av samkyndum ??? x ár seinni.

Eru politikarar, ið vilja borgarliga vígslu av samkyndum, so ímóti fólkakirkjuni? Nei, tað er als ikki mín fatan ??? men við stórum sannlíkindum verður fylgjan kirkjulig vígsla av samkyndum, um vit veljarar nú loyva hesum borgarliga.

Tað er nú ein hin mest týðandi avgerð verður tikin

Nú er tíð at tala, men undirritaði ynskir als ikki at vera partapolitiskur. Mín motivatión fyri at úttala meg ??? er hendan:

Í kærleika til fólkakirkjuna og samfelagið Føroyar, kenni eg tað sum mína ábyrgd og skyldu at kunna um fylgjurnar av einum lógarsmíði, ið beinleiðis gongur Guds skipan ímóti.

Veljarans avgerð 1. september fær fylgjur ??? og við stórum sannlíkindi eisini hættisligar fylgjur fyri føroysku fólkakirkjuna um x ár ??? um borgarlig vígsla av samkyndum verður veruleiki. Hesa útsøgn byggi eg sum áður sagt á ta søguligu gongd, sum vit kenna frá grannalondum okkara. Og vil eg tí heita á fólk um at hava hetta í huga ??? nú vit eru noydd at taka støðu til hetta málið. Um x ár skal eingin kunna siga: Hevði eg bara kent fylgjurnar so ..........

Kunnu fjølmiðlar takast fyri fult

Í greiningini av støðuni ??? sum onnur hava sett okkum í - koma vit ikki uttanum, at í mong ár hava fjølmiðlar ógvuliga subjektivt og eintýðugt agiterað fyri sjónarmiðunum hjá LGBT. Í hesum máli tykist tað nærmast sum um miðlar eru stoltir av manglandi fakligum stoltleika - og ein skuldi undrast! Hetta er sagt áður, men gongdin er hin sama, og nú heysta onnur fylgjurnar.

Sjálvt hampafólk við klassiskum og søguligum sjónarmiði um giftu ímillum ein mann og eina kvinnu, vera nú næstan per definitión skírd snævurskygd at vera - enntá alment. Jú, nógv er broytt síðstu árini, og fruktirnar av hesum politiska korrekta ráki eru ímillum mong menniskju tøgnin og viðhvørt enntá óttin fyri at úttala seg um tað siðbundna, sum vit í Føroyum altíð hava hildið okkum til.

Tín møguleiki

Nú er so ein stillisligur og demokratiskur møguleiki fyri at staðfesta og tryggja hjúnalagsskipanina eftir Guds góða vilja. Og frá mær skal ljóða ein tøkk til øll valevni, ið vilja virka fyri hesum stórmáli ??? óansæð flokk.

At vit so hvør í sínum lagi skulu elska øll menniskju ??? samkynd sum hinkynd - er einum kristnum ikki fremmant við tað, at hetta eisini er Guds góði vilji við mannalívinum. Hartil skuldi ikki verið neyðugt at sagt: Sjálvandi kunnu vit verða ósamd um eitt og annað og tó elska og æra hvør annan sum medmenniskju.

Sum ein av mongum limum í føroysku fólkakirkjuni vil eg at enda eisini siga: Máttu vit nú ??? mitt í øllum lyftum, eisini frá LGBT ??? tó minst til føroysku fólkakirkjuna. Tað vildi gagnað landi, fólki og framtíð Føroya.

Símun Persson Jacobsen

Formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder