2020-12-16 13:45
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Tíðliga í morgun setti Borgarin kós á Fuglafjørð av svartkjaftafeltinum, sum er sunnast í føroyskum sjógvi.
Borgarin hevur henda túrin fingið 2400 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Teir koma at bíða eftir landingartørni. Í løtuni landar Høgaberg, síðani sleppir Tróndur í Gøtu framat, og eftir Trónda sleppir Arctic Voyager framat. Borgarin sleppir framat eftir Arctic Voyager.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald