JN

Boð eftir Ziska í gjár

...

2018-10-06 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Seinnapartin í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar í Kallsoyarfirði.

MRCC støðin sendi boð eftir bjargingarbátinum Ziska, sum var hjá bátinum 15:20. Tá ið Ziska var komin til bátin, sum hevði fingið motortrupuleikar startaði motorurin aftur. Ziska og báturin fylgdust síðani til Klaksvíkar, verður sagt av MRCC støðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder