JN

Boð eftir tyrluni til eitt skip 211 fj. úr Fugloynni

...

2018-08-26 08:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 13:37 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan frá MRCC Bremen í Týsklandi, at eitt týskt skip í ein landnyring úr Føroyum hevði brúk fyri at fáa fluttar tveir persónar á Landssjúkrahúsið.

Tá ið fráboðanin kom var 140 metrar langa skipið statt 211 fj. í ein landnyring úr Fugloynni. Skipið sigldi móti Føroyum.

Tyrlan fór eftir monnunum, og tá ið Tyrlan var hjá Maarthe Theadora var skipið 209 fj. úr Vágum. Tyrlan fekk tveir av manningini umborð og flutti teir á Landssjúkrahúsið, har hon lendi klokkan 18:53.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder