JN

Boð eftir tyrluni seinnapartin

...

2018-08-20 21:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um eitt tíðina seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.

MRCC støðin sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 13:40, og fekk sjúklingin umborð har. Beint yvir klokkan 14 var persónurin fingin á Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder