2018-10-01 06:59

Klokkan 01:05 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan av Sandoynni, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk á Landssjúkrahúsið.
MRCC støðin sendi boð eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun klokkan 01:36. Góðar 20 minuttir seinni høvdu tey fingið viðkomandi umborð á tyrluni ið hevði brúk fyri læknahjálp. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 02:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald