2018-08-27 19:00

Í dag byrjaðu upptøkurnar til nýggja fløgu við Blátt Gras.
Teir eru, fyri aðru fer, farnir longu leiðina til USA at spæla inn í Crossroads Studios, sum liggur í Arden, North Carolina, har eisini teirra fyrstu fløga Ávegis bleiv innspæld.
Blátt Gras eru, Ragnar Joensen, Jóhan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad, Terje Johannessen og Richard Johansen.
Tað er dugnaligi tónleikarin David Johnson sum er produsari.
Fløgan, sum kemur at innihalda 10-12 sangir, væntast at koma út í okt/nov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald