2021-10-28 10:01

Leygardagin og sunnudagin verða Støkk inn-koppsetingar á Landssjúkrahúsinum. Tilboðið er ætlað teimum, sum eru 65 ár ella eldri.
Treytin fyri at fáa triðja prikið er somuleiðis, at í minsta lagið eru gingnir seks og ein hálvur mánaður síðani annað prikið.
Tað merkir, at ert tú 65 ár ella eldri og tú hevur fingið annað prikið fyri 16. apríl, so ber til at fáa triðja prikið.
Koppsetingin fer fram í Samkomuhøllini á Eirargarði hesar tíðir:
Leygardagin 30. oktober kl. 11-14
Sunnudagin 31. oktober kl. 13-17
Landssjúkrahúsið minnir á, at fólk skulu hava gula koppsetingarkortið við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald