JN

Bjargingartyrlan hevur havt nógv at gjørt í dag

...

2016-10-15 20:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 10:15 í morgun komu boð úr suðri, at ein persónur skuldi flytast norð til Havnar á Landdsjúkrahúsið. Tyrlan lendi klokkan 11:10 við sjúkrahúsið.

Aftur klokkan 16:43 vórðu boð eftir bjargingartyrluni, at flyta ein persón av Mykinesi og á Landssjúkrahúsið. Tyrlan lendi við sjúkrahúsið klokkan 17:25. 

3. útkallið kom klokkan 18:09, tá ein persónur í Dølum norðanfyri Vestmanna mátti flytast á sjúkrahúsið. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 18:50.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder