2017-02-07 16:44

Klokkan 14:30 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón á Landssjúkrahúsið.
MRCC støðin í Havn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi á Sandi bert hálvan tíma eftir at MRCC hevði fingið fráboðana.
Bjargingartyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 15:13, og var sjúklingurin síðani fingin inná Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald