JN

Bjargingartyrlan fór eftir einum persóni umborð á Norrønu

...

2016-06-30 05:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Norrøna hevði ikki meira enn loyst frá kai, og sett kós móti Íslandi í gjár, so vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflog, at fáa flutt ein sjúkling á Landssjúkrahúsið.

Tað var klokkan 20:24 at MRCC fekk eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa tyrluna at flyta ein sjúkling á Landssjúkrahúsið. Klokkan 21:20 lendi bjargingartyrlan við sjúklinginum á Landssjúkrahúsinum.

Bjargingartyrlan hevur nú gjørt 57 uppgávur fyri MRCC Tórshavn í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder