2018-12-10 21:04

Tað hevur verið kalt seinastu dagarnar, og tá er ofta gott at fara í hagan at skjóta haru, tó skal man ansa sær. Í dag klokkan 13:10 vóru boð send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, tí ein harumaður var gliðin við Sandfelli, sum er í Elduvík upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Maðurin hevði meitt sær annan fótin og fekk ikki gingið. Tyrlan var hjá manninum klokkan 13:45 og klokkan 14:00 hevði tyrlan flutt mannin á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald