
Mikudagin sleipaði Brimil ein bát, sum var staddur eystanfyri Svínoynna til Havnar. Báturin hevði fingið róðurtrupuleikar.
Hósdagin misti ein maður eitt petti av einum fingri. Hann var staddur fýra sjómíl eystur úr Vágsfirði. Skjóttgangandi bátur førdi hann inn til Porkeris og harfrá var hann koyrdur á Suðuroyar Sjúkrahús.
Fríggjadagin sleipaði Ziska ein bát, sum var uppsteðgaður í Fugloyarfirði, til Leirvíkar.
Seinni fríggjadagin sleipaði Lív ein bát, sum var uppstegðaður eystanfyri Svínoynna, til Havnar.
Seinni tann sama dagin hjálpti Nósi, sum er bjargingarbáturin hjá Brimli einum báti til lands, sum var uppsteðgaður á Borðoyarvík.
Fríggjadagin vóru eisini boð eftir bjargingarbátinum Vón. Maður dottin og brotið beinið í Mykinesi. Vón flutti mannin úr Mykinesi til Sørvágs, har sjúkrabilur flutti hann á Landssjúkrahúsið
Leygardagin sleipaði Brimil Christian til lands. Christian hevði fingið um skrúvuna á makrelfeltinum.
Leygardagin var ein kvinna komin til skaða í beini í skarðinum millum Kúvingarfjall og Middagsfjall á Kunoynni. Tyrlan var boðsend og fann kvinnuna á 600m hædd og fekk hana á Landssjúkrahúsið í øllum góðum.
Aftur í gjár var neyðugt við einum bjargingarbáti. Ein útróðrarbátur var uppsteðgaður í vestmannasundi og hevði brúk fyri hjálp. Sverri var sendur eftir bátinum og sleipaði hann á Miðvág í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald