
Vága kommuna: Nú fjøllini verða gingin, verður bingjuplássið í Vága kommunu soleiðis opið í oktober mánaða:
Mánadag kl 18:00 - 20:00
Týsdag-fríggjadag kl 16:00 - 18:00
Leygardag kl 14:00 - 20:00
Broytingarnar í upplatingartíðini eru galdandi frá mánadegnum 1. oktober til og við leygardegnum 27. oktober.
Mint verður á, at vemburnar skulu verða tømdar, áðrenn tær verða koyrdar í bingjuna og at alt skal latast inn um hegnið.
Heitt verður annars á fólk um at fylgja vegleiðing frá IRF um burturbeining av leivdum frá slaktinum:
Visti tú, at leivdir frá slakti dálka?
Visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara.
Visti tú eisini av, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum? Tømið vemburnar ??? tað verjir umhvørvið.
Verjið umhvørvið:
??? Latið ikki seyðaskinn til brenningar ??? tað dálkar.
??? Tømið vemburnar ??? fullar vembur dálka.
??? Latið blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá slakti verða burturbeindar.
??? Latið innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligu bingjurnar.
Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá slakti koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald