JN

Bilur var settur ófantaliga frá sær í Kalbakstunnlinum

...

2016-08-16 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað sá ógvusligt út í Kalbakstunnlinum í morguntraffikkinum í morgun, har ein løgreglubilur stóð við útrykningi aftanfyri ein bil, men av løgreglustøðini verður sagt, at talan ikki var um nakað ferðsluóhapp, men talan var um at minkað um vandin fyri at nakað ferðsluóhapp fór at standast av einum bili sum stóð parkeraður í tunnlinum.

Talan var um ein bil, sum einaferð í gjárskvøldið ella í nátt er settur heldur ófantaliga frá sær, og førarin av bilinum hevur ikki frámerk t.v.s. sett skelti upp, tá man setur bilin frá sær soleiðis, skal tað frámerkjast við einum trýkanti nakað aftanfyri bilin. 

Vakthavandi heitir á bilførarar um at frámerkja, tá ið man setur bilin frá sær soleiðis, og sigur at førarin av bilinum kann vænta sær eina bót.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder