JN

Berlys er kul

...

2017-02-09 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skúlablaðið:

Berlys Cañas Nordendal úr Venesuela trívist sera væl í Skúlanum á Giljanesi, har hon er lærari. Hon trívist millum annað so væl, tí hon "sleppur at blomstra" og blomstrar so væl, at næmingar siga, at "Berlys er kul"

Berlys býr í Søldarfirði. Har hevur hon búð, síðan hon kom til Føroya í 2000, 19 ára gomul. Hon koyrir vestur í Vágar at kalla hvønn skúladag. Yvirhøvur, tí sjálvandi kann tað henda, at hon fær ikki koyrt fyri veður, men tað er tíbetur heilt sjáldan. Henni dámar at koyra henda tíman, tað tekur at koyra úr Søldarfirði vestur í Skúlan á Giljanesi.

Hon hevði møtt einum føroyingi, sum hevði lisið spanskt í Venesuela í tvey ár, og flutti við honum til Søldarfjarðar í Føroyum.

Les meira HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder