JN

Beinleiðis: KÍF - VÍF

...

2016-11-12 18:42 Author image
jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Sí myndir her.

Liðugt: VÍF vann 25-28 á KÍF.

Málskjúttar: 

KÍF: Rúni 8, Hans Eli 7, Andrias 4, Fríði 3, Frederik 2 og Teitur 1.

VÍF: Filip 10, Hanus 6, Rúni 3, Jugo 3, Julian 3, Bjarti 2 og Sjúrður 1.

60. min. Sjúrður skorar til 24-28. Andrias minkar um munin til 25-28.

58. min. Mladen tekur ein 100% møguleika frá Rògva. VÍF tekur time-out.

57. min. Andrias minkar um munin til 23-26. Rúni (VÍF) skorar til 23-27. Hans Eli skorar til 24-27.

56. min. Emil roynir seg frá egnum málið, har klárar ein VÍF'ARI at fáa fingrarnar á bóltin áðrenn hann fer í mál.

55. min. Hanus skorar til 22-26. Julian verður vístur 2. min. av vøllinum.

54. min. Hans Eli minkar um munin til 22-25.

53. min. Bjarti brennur ein 100% møguleika. Mladen ger eina góða bjarging.

52. min. Andrias skorar til 21-24. VÍF royna seg í løtuni við 7 í álopinum. Hanus skorar til 21-25. KÍF tekur time-out.

51. min. Bjarti skorar til 20-24. 

50. min. Emil bjargar aftur. So eru bara trý mál á muni, Hans Eli skorar til 20-23.

49. min. KÍF mansverja nú Filip. Emil ger eina sera góða bjarging. Fríði skorar til 19-23.

48. min. Rúni skorar uppá skjótálop til 18-23.

47. min. Hanus skorar uppá skjótálop til 17-23.

46. min. Hanus skorar til 17-22.

45. min. Brotskast til VÍF, og Tony verður vístur av vøllinum í 2. min. Filip tekur sær av tí, og skorar til 17-21, tað var hansara 10. mál.

44. min. Julian skorar til 17-20.

43. min. Brotskast til KÍF, Rùni tekur sær av tí, og skorar til 17-19.

42. min. Filip skorar til 16-19.

41. min. So eru bara tvey mál á muni, Fríði skorar til 16-18. VÍF tekur time-out, VÍF hevur ikki fingið eitt mál í 5. min.

40. min. Frederik skorar uppá skjótálop til 15-18. Rógvi er púra leysur á strikuni, men Mladen bjargar skotinum frá honum.

36. min. Emil ger eina góða bjarging, men dómarnir døma brotskast ið KÍF spælarnir ikki eru blíðir um. Filip tekur brotskasti, og skorar til 14-18.

35. min. Jugo skorar til 13-17. Andrias minkar um munin til 14-17.

34. min. Rúni minkar um munin fyri KÍF til 13-16.

33. min. Mladen tekur ein 100% møguleika frá Hans Eli. Jugo skorar til 12-16.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

KÍF: Emil, Frederik, Andrias, Tony, Rúni, Hans Eli og Rógvi.

VÍF: Mladen, Bjarti, Rúni, Julian, Filip, Hanus og Jugo.

Hálvleikur: Støðan er 12-15 til VÍF. VÍF hevur verið betra liðið í fyrra hálvleiki. KÍF ger sera nógvar feilir.

Málskjúttar:

KÍF: Rúni 5, Hans Eli 4, Teitur 1, Frederik 1 og Fríði 1.

VÍF: Filip 7, Rúni 2, Hanus 2, Julian 2, Bjarti 1 og Jugo 1.

30. min. Tíðin vísir 29:30 og VÍF hevur tikið time-out.

29. min. Emil ger eina góða bjarging, og Hans Eli verður sendur í skjótálop, hann skorar til 12-15.

26. min. Julian skorar uppá skjótálop til 11-15. Hanus verður vístur av vøllinum í 2. min.

25. min. Brotskast til VÍF, tað tekur Filip sær av, og skorar til 11-14.

24. min. Rùni(KÍF) skorar eitt flott mál til 11-13.

23. min. Hans Eli skorar til 10-13.

22. min. So eru aftur trý mál á muni, Rúni skorar fyri KÍF til 9-12. Filip skorar til 9-13.

21. min. Rúni skorar fyri VÍF til 8-12. Bjarki royna seg, men Marcus hevur lisi hann av. KÍF tekur time-out.

19. min. Bjarki skorar til 8-11.

18. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Rúni sær av, og skorar til 8-10.

17. min. Frederik verður vístur 2. min. av vøllinum. Marcus bjargar skotinum frá Filip.

16. min. Brotskast til VÍF, tað tekur Filip sær av, og skorar til 7-10.

15. min. Hanus skorar uppá ein "flúgvara" støðan er 7-9.

14. min. Filip skorar til 6-8. Hans Eli minkar um munin til 7-8 uppá skjótálop.

13. min. Marcus spælir ein langan bólt til Hans Eli, sum spælir til Tony, hann roynir seg, men Mladen bjargar.

12. min. Fríði minkar um munin til 6-7.

11. min.  Mladen ger eina góða bjarging. Filip spælir Jugo púra leysan, og hann skorar til 5-7.

8. min. Teitur skorar til 5-6.

7. min. Brotskast til VÍF, og Fríði fær gult kort. Filip tekur sær av tí, og skorar til 4-6.

6. min. Rúni hjá VÍF skorar til 3-5. Frederik minkar um munin til 4-5.

5. min. Rúni minkar um munin til 2-3. Filip skorar til 2-4. Rùni minkar aftur um munin, støðan er 3-4.

4. min. Julian skorar til 1-3.

3. min. Filip skorar til 1-2.

2. min. Hanus skorar fyrsta málið í dystinum 0-1 til VÍF. Hans Eli javnar til 1-1.

1. min. So er dysturin í gongd. Tað er KÍF ið byrjar við bóltinum. Mladen bjargar fyrstu royndini hjá KÍF.

Hesir byrja inni:

KÍF: Marcus, Teitur, Frederik, Fríði, Hans Eli, Rúni og Tony.

VÍF: Mladen, Filip Hanus, Julian, Rúni, Bjarki og Jugo.

Ein dystur er í FTZ-deildini í kvøld klokkan 18, tað er KÍF ið tekur móti VÍF. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

KÍF: Emil Dam, Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Fróði Weyhe, Rùni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

VÍF: Uni H. Petersen, Mladen Mjerimacka, John R. Nielsen, Sjúrður Olsen, Jóhan í Garðastovu, Rùni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Jákup Andrias Joensen, Jón Muller, Bjarti Hansen, Høgni Zachariassen, Jugoslav Djumic og Filip Olsen.

Bonkur: Hjalmar K. Olsen og J. Durhuus.

Dómarar: Niclas Niclasen og Alexander Johannesen.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71102782235515
2VÍF92652224312
3Kyndil102572471012
4KÍF8206202410
5StÍF10270271-18
6Neistin9230241-118
7Team Klaksvík10209309-1001

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder