
Liðugt: H71 vann 24-23 á Kyndli.
Málskjúttar:
H71: Dánjal 5, Hilmar Leon 4, Mark 3, Rúni 3, Pætur 3, Bogi 2, Ári 1, Vilhelm 1 og Helgi 1.
Kyndil: Hørður 7, Hjalti 4, Høgni 4, Tummas Pauli 2, Josef 2, David 2, Hans Aki 1 og Bartal 1.
30. min. Dánjal skorar til 24-23. Tíðin er farin, men Kyndil hevur eitt 3-metra kast at taka.
59. min. Kyndil tekur time-out. Ári bjargar skotinum frá Hans Áka.
58. min. Ári ger eina framúr bjarging. Bogi verður vístur 2. min. av vøllinum. Pætur skorar uppá skjótálop til 23-23. Hjalti verður vístur 2. min. av vøllinum.
57. min. Hilmar Leon skorar til 22-23.
55. min. Kyndil tekur time-out. Bartal fangar bóltin frá H71 í uppspælinum, og skorar til 21-23.
54. min. Ári ger eina góða bjarging. Josef skorar, men ger fet. Hilmar Leon skorar til 21-22. Bonkurin hjá Kyndil fær gult kort.
53. min. H71 tekur time-out. Bonkurin hjá H71 fær gult kort.
52. min. Hans Áki skorar til 20-22 uppá skjótálop.
51. min. Hørður skorar aftur, og er støðan nú 20-21.
50. min. Mark javnar til 20-20.
48. min. Hørður leggur Kyndil á odda 19-20, tað var hansara 6. mál.
46. min. Dánjal skorar til 19-18. Høgni javnar til 19-19, og Sigmundur D. verður vístur 2. min. av vøllinum.
45. min. David skorar eitt heldur lætt mál, støðan er 18-18.
43. min. Ári bjargar skotinum frá David.
42. min. Hørður fer í skjótálop, men yvirleggarin tekur skotið hjá honum.
41. min. Fingurin hjá Niels Viggo er farin úr lið. Rúni skorar til 18-17.
40. min. So er javnleikur 17-17 Hjalti skorar.
38. min. Hørður skorar aftur, nú er eitt mál á muni støðan er 17-16. H71 tekur time-out.
37. min. Hørður skorar til 17-15.
36. min. Jan Pauli bjargar skotinum frá Mark.
35. min. Pætur skorar aftur, støðan er 17-14.
34. min. Pætur skorar til 16-13. Hørður minkar um munin til 16-14.
33. min. Hørður minkar um munin til 15-13.
32. min. Tummas Pauli skorar frá egnari hálvu til 15-12.
31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. Tað er H71 ið byjar við bóltinum.
Hesir byrja inni:
H71: Pætur, Mark, Hilmar Leon, Bogi, Dánjal og Sigmundur N.
Kyndil: Jan Pauli, Høgni, Tumams Pauli, David, Niels, Hørður og Josef.
Hálvleikur: H71 15-11 Kyndil.
Málskjúttar:
H71: Dánjal 3, Hilmar Leon 3, Mark 2, Rúni 2, Bogi 2, Ári 1, Vilhelm 1 og Helgi 1.
Kyndil: Hjalti 3, Høgni 3, Josef 2, Tummas Pauli 1, David 1 og Hørður 1.
30. min. Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum. Hjalti minkar um munin til 15-11.
28. min. Helgi skorar til 14-10. Ári skorar úr egnum málið til 15-10.
27. min. David finnur Hjalta á strikuni, og skorar til 13-10.
26. min. Niels Viggo fær 2. min.
25. min. Mark skorar til 13-8. Tummas Pauli minkar um munin til 13-9.
24. min. Bogi skorar til 12-7. Kyndil tekur time-out. H71 tók time-out tá ið støðan var 8-7, og síðani hevur Kyndil einki mál fingið. Høgni minkar um munin til 12-8. Kyndil roynir seg við 7 monnum í álopið.
23. min. Ári bjargar skotinum frá Josef.
22. min. Vilhelm skorar til 11-7.
20. min. Hørður á stongina og út.
19. min. Mark skorar til 10-7.
18. min. Jan Pauli sendur Josef í skjótálop, og skorar hann til 8-7. H71 tekur time-out. Hilmar Leon skorar til 9-7.
16. min. Ári bjargar skotinum frá Josef. Bogi skorar uppá ein flúgvara til 8-6.
14. min. Josef verður sendur í skjótálop, men gott verjuspæl frá Mark ger at hann ikki fær mál.
13. min. So er eitt mál á muni, Hjalti minkar um støðuna til 7-6.
12. min. David spælir ein góðan bólt til Hørð, sum skorar til 7-5.
11. min. Høgni roynir seg, men bólturin fer á stongina og út. Brotskast til H71, Dánjal tekur sær av tí, og skorar til 7-4.
10. min. Høgni minkar um munin til 5-4. Dánjal fær fatur á einum returi, og skorar til 6-4.
8. min. Rúni skorar aftur, og nú er støðan 5-3 til H71.
7. min. Rúni skorar til 4-3.
6. min. Hørður og Tummas Pauli skifta millum verju og álop hjá Kyndli. Hjá H71 skifta Sigmundur D og Mark millum verju og álop.
5. min. Rógvi fær gult kort. Hilmar Leon skorar fyri H71 til 3-2. Josef javnar til 3-3.
4. min. Ári bjargar og sendir Dánjal í skjótálop, hann javnar til 2-2. Ári ger eina góða bjarging.
3. min. Høgni skorar til 0-2. Hilmar Leon minkar um munin til 1-2.
2. min. Sigmundur D fær gult kort.
1. min. So er dysturin farin í gongd, tað er Kyndil ið byrjar við bóltinum. David skorar til 0-1. Áðrenn dystin var 1. min tøgn.
Hesir byrja inni:
H71: Ári, Andor, Sigmundur D., Helgi, Hilmar Leon, Dánjal og Niklas.
Kyndil: Jan Pauli, Josef, David, Hjalti, Tummas Pauli og Rógvi.
Oddaliðið í FTZ-deildini tekur í dag móti Kyndli. H71 er nummar eitt við 17 stigum og Kyndil hevur 15 stig á 3. plássið. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn. Undir tekstinum ber til at síggja dystin beinleiðis, tað er kvf.fo sum stroymar dystin.
Nógvir spælarar hjá H71 eru skaddir: Jónas, Tróndur, Hans Kári spæla ikki við í dag. Tað er ivi um Peter og Rúni fara at spæla.
H71: Ári Dam, Elberg Klettheyggj, Mark Marcher, Rúni Vest Højgaard, Bogi G. Davidsen, Leivur Mortensen, Pætur Thomsen, Vilhelm Poulsen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jacobsen, Niklas Højgaard, Peter Krogh og Dánjal Tórgarð.
Bonkur: Sonni Larsen, Jónas Djurhuus, Petur Sivertsen og Bartal Andaeasen.
Kyndil: Jan Pauli Toft Johannesen, Tórður S. Guttesen, Kristoffur Kristoffersen, Josef Abrahamsen, Tummas Pauli Hanusarsson, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Niels Viggo Niclasen, Hans ??ki Dal Christiansen, Bartal Klein Olsen, Tórvald Abrahamsen, ??lavur av Fløtum Mittún, Hjalti Mohr Jacobsen, Hørður Fannar Sigtórsson og Dávur Clementsen.
Bonkur: Julian J. Johansen, Bárður Johannesen, Leif Kristoffersen og Kristian Martin Joensen.
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul S. Thomsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald