Mentan

Basshunter ger gongugøtuna til eitt dansigólv

...

2015-07-21 13:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svenski Eurodance tónleikarin Basshunter hevur serlig evni at fáa fólk at hoppa og dansa og leygarkvøldið fer hann at seta lív í Tórsfest.

Árið var 2006, heitasta lagið á føroyska topptindinum var Sasa Sa Sa við The Dreams. Lagið hevði fylt nógv hetta summarið og lá trygt á ovastu rók á 15 teimum bestu, og greitt var, at okkurt heilt serligt skuldi til at koppa The Dreams. Og hetta serliga var lagið Boten Anna, við svenska hittsmiðinum Basshunter - eitt lag, ið streyk inn á fyrsta pláss og skumpaði The Dreams og øll onnur til síðis.

Men tað var ikki bert á 15 teimum bestu, at Basshunter hittaði. Hann lá nummar eitt í Svøríki, Danmark og Hollandi og seldi nógv um nærum alt Evropa.

Dansigólvini lúgva ikki, og dansigólvini kókaðu um hetta mundi, hvørja ferð Basshunter var undir fløgulasaranum. Hann er enn virkin og ferðast kring heimin við sínum tónleiki.

Og á Tórsfest leygarkvøldið verður høvið hjá føroyingum aftur at dansa til Boten Anna og øll hini løgini hjá Basshunter. Og hann lovar eitt ordans brak, har gongugøtan verður gjørd um til eitt stórt dansigólv.

Atgongumerki til Tórsfest fáast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo til mikudagin 22. juli kl. 18 fyri 350 kr. + avgreiðslugjald. Um atgongumerki eru eftir, verða tey seld við dyrnar fyri 400 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder