2020-10-30 20:40
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
29. februar í ár valdi FK at steinkja handilin hjá sær í Sandavági eftir at hava verið í bygdini í nærum 14 ár, og tað vóru nógv sandavágsfólk sera hørm um.
Fyrr í ár settu Ebbe Kristinn Thomsen og Jarnhold Nattestad seg saman, og úrslitið er, at nú letur Bartalstovuhandilin upp aftur, handilin kemur at koyri undir Samkeyp-samtakinum.
Tað verður arbeitt hart uppá at fáa handilin lidnan, tí ætlanin er at lata upp hósdagin tann 5. novembur. Tað verður Miriam Weihe í Niðristovu, sum kemur at verða leiðari í handlinum, og afturat sær, hevur hon onnur starvsfólk eisini.
Tey hava valt at hava opið frá klokkan 08 til klokkan 20 mánadag til leygardag.
Ebbe, Jarnhold og Miriam hava ikki rikið matvøruhandil fyrr, og tí verður fyrsta tíðin ein royndarkoyring hvat tey skulu hava í handlinum, og vilja tey hava góð ráð frá teimum ið koma at brúka handilin, at koma inn við hugskotum. (Trýsti her fyri at koma við hugskotum, og verið við at vinna eitt gávukort uppá 500 kr til keyp í handlinum).
Nevnast kann, at tey koma at selja REMA1000 vørur, og breyð frá Miðberg. Tey trý eru sera spent til at lata handilin upp, og siga víðari, at øll sum tey tosa við eru spent uppá at fáa handil aftur í Sandavági.
Tey trý vóna at handilin fær góða undirtøka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald