Vinna

BankNordik selur sítt virksemi í Danmark

...

2020-12-22 09:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 BankNordik hevur í dag skrivað undir avtalu við Spar Nord, ið ber við sær, atSpar Nord yvirtekur danska bankavirksemið hjá BankNordik fyri bókaðavirðið umframt 255 mió. kr. í goodwill. Orsøkin til søluna eru høgu kapitalkrøvini, ið skerja framtíðar kappingarførið hjá bankanum í Danmark. 

BankNordik rekur í dag virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, og sum SIFIpeningastovnur (Systemically Important Financial Institution) í Føroyum skal bankinlúka hægri kapitalkrøv, t.e. vera betur bjálvaður, enn kappingarneytarnir í Danmark.Hóast BankNordik hevur gjørt stór framstig á danska marknaðinum seinastu árini,eru hækkandi kapitalkrøvini ein vansi fyri møguleikarnar hjá bankanum at standaseg í framtíðar kappingini við danskar peningastovnar, ið eru sum BankNordik tilstøddar. 

Henda avbjóðing er ikki galdandi fyri virksemið í Føroyum og Grønlandi, har bankinvirkar undir á leið somu treytum sum kappingarneytarnir. BankNordik hevur samskift við avvarðandi myndugleikar í eini roynd at broyta kapitalkrøvini fyri danskavirksemið, men tað hevur verið uttan úrslit. Nú ein nøktandi avtala er fingin í lag viðSpar Nord, er avgerð tí tikin um at selja. 

???Okkara virksemi í Danmark hevur ongantíð roynst so væl sum júst nú, og tí harmast vit um, at tað ikki hevur borið til at fáa lægri kapitalkrøv fyri danska partin avbankanum, so vit kunnu halda fram á góðu kósini. Samstundis eru vit eftir umstøðunum sera væl nøgd við søluprísin, ið er eitt greitt prógv um, at Spar Nordyvirtekur eitt lønandi virksemi frá okkum,??? sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

???Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at bæði viðskiftafólk og starvsfólk fara attrívast í Spar Nord, soleiðis at vit við okkara tænastum megna at byggja víðari ágóða grundarlagið hjá BankNordik,??? sigur Lasse Nyby, forstjóri í Spar Nord, ið telistmillum størstu peningastovnarnar í Danmark. 

BankNordik hevur miðsavnað ávísar uppgávur í Føroyum, og tí arbeiða nógvføroysk starvsfólk í dag við uppgávum, ið viðvíkja danska og grønlendska virkseminum hjá samtakinum. Tá ið danski parturin verður seldur, fara uppgávurnar áávísum føroyskum deildum at minka samsvarandi, og tí verður tørvur á færristarvsfólkum í Føroyum, tá ið danska virksemið er endaliga avhendað miðskeiðis í2021. Bankin kannar nú, hvussu arbeiðið frameftir skal skipast innanhýsis. Væntandi fara summi starvsfólk at verða flutt í onnur størv, men longu nú er greitt, attað eisini fer at verða neyðugt at siga fólk úr starvi. 

Umframt at vera eitt týðandi fíggjarsamtak í Føroyum hevur BankNordik góð 20%av marknaðinum í Grønlandi. Samtakið fer framhaldandi at leggja dent á at røkjagóða sambandið við viðskiftafólkini og veita kappingarførar tænastur til privat húskiog vinnulív á báðum marknaðum. Málið er at varðveita marknaðarstøðuna í Føroyum og skapa lønandi vøkstur í Grønlandi.

Sølan av danska virkseminum er treytað av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum ogkappingarmyndugleikunum og verður væntandi framd 1. mars 2021. Bankinvæntar, at sølan fer at geva ein vinning millum 70 og 90 mió. kr. í ársroknskapinumfyri 2021. Tað sigur bankin í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder