· Vøkstur á 47 % í rakstrarúrslitinum
· ??rslitið er hægri enn væntað eftir framgongd serstakliga í Danmark
· Meira enn helvtin av úrslitinum stavar frá virksemi uttanfyri Føroyar
· Eftir stóru rentulækkingarnar verður virðið á goodwill niðurskrivað við 250 mió. kr. ??? eingin ávirkan á virksemi, gjaldføri ella solvens
· Vinningsbýti til partaeigarar verður mælt til at vera 20 mió. kr.
Í 2014 hevði BankNordik samanlagdar rakstrarinntøkur á 789 mió. kr. Tað eru 6 % minni enn árið fyri, tá inntøkurnar vóru 840 mió. kr. Orsøkin er tað sera lága rentustøðið. Bankin megnaði kortini eisini at skerja útreiðslurnar við 6 % (36 mió. kr.). Talið av starvsfólki var 506 við ársskiftið samanborið við 523 árið fyri og 612 fyri bert trimum árum síðani.
Effektiviseringin tey seinastu árini hevur gjørt tað møguligt hjá BankNordik at bjóða góðar treytir til verandi og nýggjar kundar. Seinna hálvár í 2014 fekk bankin sostatt nógvar nýggjar kundar og vaksandi útlán, serliga í Danmark, har vøksturin í útlánum var 12 %. Kundavøksturin hevur havt við sær vaksandi inntøkur frá tænastugjøldum og tryggingarvirksemi.
Ársúrslitið fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt gjørdist 242 mió. kr. Hetta er eitt sindur betri enn væntað við ársbyrjan (200-240 mió. kr.).
Niðurskrivingarnar á útlánum vóru nógv lægri enn árið fyri, 85 mió. kr. samanborið við 148 mió. kr. Rakstrarúrslitið gjørdist 157 mió. kr. í 2014 (fyri eingangsútreiðslur og virðisjavna) samanborið við 107 mió. kr. árið fyri ??? ein vøkstur á 50 mió. kr. ella 47 %.
Nýtt virksemi gevur meira enn helvtina av úrslitinum
Meira enn helvtin av úrslitinum hjá bankanum kemur nú av virkseminum uttanfyri landoddarnar. Bankavirksemið í Danmark er í stórari framgongd við einum yvirskoti á 52 mió. kr., og skapar hetta sostatt eitt munandi útflutningsvirði til føroysku eigararnar av bankanum. Donsku deildirnar hava 4 mia. kr. í útlánum og 6 mia. kr. í innlánum og tí 2 mia. kr. í innlánsavlopi, sum syrgir fyri bíligari fígging av virkseminum í Føroyum. Tann bratta rentulækkingin seinastu árini hevur tó gjørt, at inntøkurnar av stóra innlánsavlopinum eru stórliga minkaðar, og yvirskotið hevði verið uppaftur betri, um rentan var sum fyri nøkrum árum síðani.
Eftir at virksemið í donsku deildunum við 250 starvsfólkum tey seinastu árini er samansjóðað, verður alt virksemið nú leitt úr Føroyum, og hevur hetta givið nýggj vitanartung arbeiðspláss í Føroyum. Eisini hava føroysku kundar bankans fingið ágóða av økta kappingarførinum við munandi lægri lánsrentum og nýggjum fíggjartænastum sum eitt nú ognarrøkt. Umleið 60 % av danska virkseminum kemur frá privatkundum, sum verða roknaðir fyri at vera ein kundabólkur við lutfalsliga lágum váða, og tí er virksemið í Danmark eisini við til at minka um samlaða váðan í bankanum.
???Vit eru væl nøgd við úrslitið í fjør. Vit eru serliga fegin um, at nýggju virkisøkini nú geva meira enn helvtina av rakstrarúrslitinum, og haraftrat økjast útlánini í seinna hálvári,??? sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, í viðmerking til roknskapin.
???Eins og í øðrum bankum hava okkara inntøkur verið undir trýsti seinastu árini. Men BankNordik er virkin á nøkrum góðum marknaðum og hevur góðar møguleikar fyri at økja virksemið. ??rslitini í seinna hálvári vísa, at vit megna at vaksa í einum marknaði, har stígur er komin í,??? sigur Janus Petersen. ???Í Føroyum eru búskaparútlitini jalig, tí hava vit eisini góðar vónir fyri okkara virksemi her á landi.???
Framvegis góður solvensur og gott gjaldføri
BankNordik hevði ein solvens á 14,8 % við ársskiftið og við tí eitt rásarúm á 5,8 prosentstig í mun til kapitalkravið á 9,0 %, sum endurspeglar neyvu váðastýringina hjá bankanum. Eisini hvat gjaldførinum viðvíkur, hevði BankNordik ein sterkan yvirdekning við ársskiftið, við tað at gjaldførið var 2,8 ferðir lógarkravið.
Vinningsbýtið mælt til at vera 20 mió. kr.
Við støði í fíggjarligu støðuni hjá bankanum og framgongdini í rakstrarúrslitinum mælti nevndin á aðalfundinum til, at vinningsbýtið verður mælt til at vera 20 mió. kr. fyri 2014.
Nýggj uppgerð av goodwill
Bankin hevur niðurskrivað ein part av virðinum á goodwill, sum er bókað í roknskapi bankans fyri uppkeypt virksemi. Høvuðsorsøkin er munandi rentulækkingin, sum hevur tikið dik á seg við áleikandi gjaldoyrastøðuni. Donsku deildir bankans hava eitt innlánsyvirskot á 2 mia. kr., sum er sera týðandi fyri føroyska og grønlendska bankavirksemið, tí bankin við tí hevur eina trygga og bíliga fígging. Rentulækkingin førir tó við sær væl lægri inntøkur frá gjaldførinum av innlánsyvirskotinum enn áður. Tí er tann parturin av goodwill, sum viðvíkur innlánsvirksemi bankans í Danmark, minkaður í virði. Upphæddin skal síggjast í mun til eitt roknskaparligt virði á goodwill og eginogn áðrenn niðurskrivingina upp á ávíkavist 730 og 2.249 mió. kr.
Niðurskrivingin av goodwill er einans ein virðisjavning og hevur onga ávirkan á gjaldførið hjá bankanum ella á bankaraksturin. Samlaða bókaða upphæddin í goodwill er longu frádrigin kapitalgrundarlagi bankans, tí broytir niðurskrivingin heldur ikki solvensin og fíggjarligu styrkina hjá bankanum.
Væntanir fyri 2015
Leiðslan í BankNordik væntar eitt framhaldandi lágt rentustøði, og sum fylgja av tí eina framhaldandi afturgongd í rentumarginalinum umframt ein avmarkaðan almennan eftirspurning eftir lánum.
Við støði í framgongdini av kundatalinum, sum bankin upplivir í løtuni, væntar bankin kortini ein lítlan vøkstur í útlánum í 2015, av tí at nýggj útlán væntast meira enn at kunna viga upp ímóti afturgjaldingum á verandi lán. Rentuinntøkurnar (netto) væntast tó at vera lægri í 2015, meðan bankin væntar hægri inntøkur fyri tænastugjøld, serstakliga í sambandi við økta virksemið hjá bankanum innanfyri pensjón, íløgur og realkreditt.
Samanløgdu rakstrarinntøkurnar væntast sostatt at gerast nakað lægri enn síðsta ár. Samstundis verður roknað við, at útreiðslurnar kunna haldast á sama støði ella skerjast nakað, soleiðis at rakstrarúrslitið væntast at gerast 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt (242 mió. kr. í 2014).
Niðurskrivingar á útlánum, sum í 2014 vóru 85 mió. kr. (netto), svarandi til 0,8 % av útlánunum, væntast at vera somu stødd í 2015.
Væntanirnar til framtíðar búskaparligu gongdina eru sum vera man knýttar at óvissu og váða, og tískil kunnu veruligu úrslitini víkja munandi frá væntanum.
Høvuðstøl
Mió. DKK | 2014 | 2013 | Q4 2014 | Q3 2014 | Q2 2014 | Q1 2014 | Q4 2013 |
|
|
|
|
|
|
|
|
Rentuinntøkur, netto | 508 | 574 | 125 | 125 | 126 | 133 | 133 |
Inntøkur frá tænastugjøldum, netto | 190 | 182 | 52 | 45 | 50 | 44 | 52 |
Inntøkur frá trygging | 76 | 69 | 22 | 26 | 20 | 8 | 14 |
Aðrar rakstrarinntøkur | 14 | 15 | 3 | 3 | 4 | 3 | 5 |
Rakstrarinntøkur | 789 | 840 | 202 | 198 | 201 | 187 | 204 |
Rakstrarútreiðslur | -523 | -559 | -130 | -125 | -136 | -132 | -139 |
Sektorútreiðslur v.m. | -23 | -26 | -5 | -6 | -6 | -6 | -4 |
??rslit fyri niðurskrivingar | 242 | 255 | 68 | 67 | 58 | 49 | 61 |
Niðurskrivingar á útlánum (netto) | -85 | -148 | -29 | -17 | -19 | -21 | -42 |
Rakstrarúrslit | 157 | 107 | 39 | 50 | 40 | 28 | 19 |
Niðurskriving av goodwill | -250 | ??? | -250 | ??? | ??? | ??? | ??? |
Aðrar eingangsútreiðslur | -13 | -11 | -12 | 0 | 1 | -2 | -19 |
Virðisjavni | 13 | 17 | -4 | -1 | 13 | 4 | -9 |
??rslit fyri skatt | -92 | 114 | -226 | 49 | 54 | 31 | -9 |
|
|
|
|
|
|
|
|
Innlán v.m., mia. DKK | 12,6 | 12,2 | 12,6 | 12,3 | 12,3 | 12,0 | 12,2 |
??tlán v.m., mia. DKK | 10,5 | 10,5 | 10,5 | 10,3 | 10,2 | 10,4 | 10,5 |
Eginogn, mia. DKK | 2,0 | 2,2 | 2,0 | 2,2 | 2,2 | 2,1 | 2,2 |
Solvensur | 14,8% | 14,7% | 14,8% | 14,1% | 14,6% | 14,7% | 14,7% |
Gjaldføri í mun til lógarkrav | 2,8 x | 2,8 x | 2,8 x | 2,7 x | 2,6 x | 2,6 x | 2,8 x |
Rakstrarútreiðslur / -inntøkur | 66% | 67% | 64% | 62% | 66% | 70% | 68% |
Tal av starvsfólkum (FTE), ult. | 506 | 523 | 506 | 513 | 510 | 512 | 523 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald