Vinna

Christian í Grótinum hevur loyst úr Hetlandi

...

2014-11-11 21:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Málið viðvíkjandi Christian í Grótinum, sum sunnudagin fekk boð frá skotsku vaktartænastuni, um at koma í havn í Hetlandi, kemur ikki fyri í rættunum fyrrenn um 4 vikur. 

Skipið verður tí leyslatið úr Hetlandi, men treytað av at reiðaríðið stillar eina bankatrygd uppá 20.000 pund, sum er áleið kr. 190.000, tað verður helst gjørt í dag, soleiðis at Christian í Grótinum kann loysa og koma til Føroyar at landa.

KL. 15.30 - Nú fyri løtu síðan hevur Christian í Grótinum loyst, teir sigla við 12 míla ferð móti Føroyum, norður við eystursíðuni av Hetlandi - samb. www.marinetraffic.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder