2015-02-02 15:23
Partrolararnir Bakur og Stelkur landaðu leygardagin til Faroe Origin í Runavík, teir høvdu tilsamans uml. 150.000 pund, meginparturin var upsi.
Bakur og Stelkur byrjaðu túrin 22. januar, teir royndu eystanfyri. Tað var sera ólagaligt veður allan túrin.
Bakur og Stelkur eru í morgun staddir eytur úr Fugloynni, teir fóru nýggjan túr sunnunáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald