2014-10-28 14:17
Rakstrarúrslitið fyri fyrstu 9 mánaðirnar 2014 var 606 milliónir fyri skatt og 425 milliónir eftir skatt samanborið við ávikavist 461 milliónir og 451 milliónir fyri sama tíðarskeið í 2013.
Høvuðs orsøkin handan betraða rakstrarútslitið er, at framleiðslan av liðugvørum til fastar sáttmálaprísir hilnast betur í ár. Bakkafrost er einasta alifyritøkan í Føroyum sum framleiðir lidnar vørur. ??ktir skattir hinvegin draga úrsliti eftir skatt niður. Alideildin hevur framvegis gott úrslit. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist eisini sera væl, bæði tí marknaðurin hevur verið uppgangandi, og meira rávøra er landa í Fuglafirði higartil í ár enn í 2013.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
???Triðji ársfjórðingur var góður, og øll virkisøkini góvu yvirskot. Serliga fegnast vit nú um, at sølan av lidnum vørum gav gott avkast. ??tlitini hjá alivinnuni eru góð, bæði tá tað snýr seg um marknað og lívfrøði. Bakkafrost er í eini spennandi menningartíð har vit hava nógvar spennandi avbjóðingar fyri framman, og hava góðar vónir til at felagið eisini við útbyggingarætlanini fer at menna seg uppaftur meira framyvir."
Rakstrarúrslitið fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost var 209 milliónir í mun til 187 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Eftir skatt var úrslitið 211 milliónir samanborið við 199 milliónir ífjør. Hetta er besta úrslit sum Bakkafrost hevur havt fyri ein ársfjóðring.
Bakkafrost seldi tilsamans 10.881 tons av laksi og setti 2,2 milliónir smolt út í triðja ársfjórðingi 2014.
??rslitið frá primerum rakstri í triðja ársfjórðingi hjá alideildini var 167 milliónir krónur í mun til 188 milliónir í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin til lækkingina eru lækkandi laksaprísur, umframt at tøkan av laksi eisini var nakað lægri enn í 2013.
Liðugvørudeildin hevði eitt yvirskot frá primerum rakstri áljóðandi 27 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi móti einum undirskoti á 20 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2013. Orsøkirnar til betraða úrslitið eru hægri sáttmálaprísir og lægri rávøruprísir.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 55 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi 2014 í mun til 43 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin til betraða úrslitið er, at innkeypi av rávøru til fóðurframleiðsluna hevur hepnast væl, tí at rávøru prísirnir eru hækkaðir eftir at rávøran var keypt inn, serliga til framleiðslu av fiskamjøli.
30. september 2014 hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 357 milliónir krónur í mun til 639 milliónir við ársenda 2013. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 921 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 57%.
Bakkafrost hevur um 640 fulltíðarstørv, av hesum eru um 200 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún.
??TLIT
Marknaðurin
??tboðið av laksi er væntað at økjast 8% í 2014 samanborið við 2013, tó er megin parturin av vøkstrinum longu komin á marknaðin. Tí verður mett at efturspurningurin verður størri enn útboðið av laksi í fjóra ársfjórini og tí fer laksaprísurin at hækka. ??tlitini fyri 2015 eru eisini góð, tí útboðið av laksi er mett bert at økjast við 3%, meðan eftirspurinigurin økist við eini 7% um árið.
Aling
Lívfrøðiliga støðan er góð, og Bakkafrost væntar at taka 45-48.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2014. Hetta er heldur meira enn í 2013. Umleið 55% verða seld á spotmarknaðinum og 45% sum virðisøktar vørur. Í 2015 væntar Bakkafrost at taka 49.000-51.000 ton av laksi í kruvdari vekt.
Metingin um tøkuna av fiski er altíð tengd at einari ávísari óvissu m.a. tí lívfrøðiligu gongdini. Sum heild er lívfrøðiliga gongdin í Føroyum góð. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi saman við hinum alifyritøkunum í Føroyum við at niðurberja lúsina og betra um mannagongdirnar. Alifyritøkurnar í Føroyum gera áhaldandi samskipað tiltøk í hesum sambandi.
??tlandi verða 10,7 milliónir smolt sett út í 2014 og 10,4 milliónir smolt í 2015. Talið av smolti sum verður sett út hvørt ár, er tenkt at hvørji aliøkir eru klár at seta út á.
Liðugtvørur
Framleiðslan av liðugvørum gongur væl, og allar vørur sum verða framleiddar restina av árinum eru longu seldar. Byrjað er eisini at selja fyri 2015. Um 200 fólk arbeiða hvønn yrka dag við framleiðsluni av liðugvørum í Fuglafirði og á Glyvrum.
Mjøl, lýsi og fóður
??tlitini hjá Havsbrún eru góð. Rávørustøðan er batnað munandi og eftirspurningurin frá alivinnuni eftir fóðuri er stórur. Mett verður, at samlaða nýtslan av laksafóðri í Føroyum í ár verður umleið 90-95.000 tons. Samlaða sølan hjá Havsbrún bæði innan- og uttanlands væntast at verða millum 83-87.000 tons.
Íløgur
Bakkafrost hevur kunngjørt eina íløguætlan fyri komandi árini. Endamálið við íløgunum er at tryggja, at Bakkafrost framhaldandi hevur besta kappingarføri, samstundis sum lívfrøðiligi váðin minkar, og framleiðsluorkan verður økt. Samlaðu íløgurnar fyri árini 2014-2017 eru mettar til 1.370 milliónir krónur. Íløgurnar umfata m.a. ein nýggjan brunnbát, nýtt kryvji- og góðskingar virki á Glyvrum og økta framleiðsluorku til smoltalingina. Íløgurnar verða fíggjaðar yvir raksturin, við verandi lánsfígging og nýggjari fígging, um hetta er skilabest fyri felagið. Íløguætlanin verður tikin til endurmetingar árliga, og um óvæntaðar støður stinga seg upp, kann felagið útseta íløgur. Vinningsbýtispolitikkur felagsins er óbroyttur.
Samband:
Regin Jacobsen, CEO í P/F Bakkafrost: +298 23 50 01 (fartlf.)
Teitur Samuelsen, CFO í P/F Bakkafrost: +298 23 51 11 (fartlf.)
Um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru-framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald